Sum partur av risastóru NAGTEC-verkætlanini, ið Jarðfeingi var við at leiða, er nú komin út bók í røðini Special Publications hjá Geological Society of London.

The NE Atlantic Region: A Reappraisal of Crustal Structure, Tectonostratigraphy and Magmatic Evolution. Edited by G. Péron-Pinvidic, J. R. Hopper, M. S. Stoker, C. Gaina, J. C. Doornenbal, T. Funck and U. E. Árting. Volume 447, 2017.

Bókin er ein samling av teimum vísindaligu greinunum, ið viðgera jarðfrøðina í Norðureystur Atlantsøkinum. Høvuðsendamálið við NAGTEC-verkætlanini var at kanna ta tektonisku søguna í økinum báðumegin Norðuratlantshavið, frá Devon (419 Ma) til í dag, og savna alla tøka jarðfrøðiligu vitan í ein og sama dátugrunn og gera regional jarðfrøðilig kort og tvørskurðir. Úrslitið av hesum arbeiði varð útgivið í juni 2016 sum eitt atlas og Arc-GIS dátugrunnur við heitinum “Tectonostratigraphic Atlas of the North East Atlantic Region”.

Tær fyrstu vísindaligu greinirnar við støði í hesum umfatandi dátugrunni eru sum sagt útkomnar, og tær hava fokus á m.a. stratigrafiskar kanningar og korrelatiónir, skorpustrukturin og tulkingar av jarðalisfrøðiligum dátum, pláturørslur og nakað um ógvusliga gosvirksemið í økinum.

Starvsfólk frá Jarðfeingi hava skrivað fleiri av greinunum, sí yvirlit niðanfyri. Umframt hetta hevði Jarðfeingi eisini umboð í ritstjórnini av bókini.

Leinkja til greinirnar online hjá útgávufelagnum.
http://sp.lyellcollection.org/content/447/1


Listi við greinum, ið starvsfólk á Jarðfeingi eru við á.

Regional distribution of volcanism within the North Atlantic Igneous Province
Jim á Horni, John R. Hopper, Anett Blischke, Wolfram H. Geisler, Margaret Stewart, Kenneth McDermott, Maria Judge, Ögmundur Erlendsson and Uni Árting

The stratigraphy and structure of the Faroese continental margin
Jana Ólavsdóttir, Óluva R. Eidesgaard and Martyn S. Stoker

Review of velocity models in the Faroe–Shetland Channel
Uni K. Petersen and Thomas Funck

The NE Atlantic region: a reappraisal of crustal structure, tectonostratigraphy and magmatic evolution – an introduction to the NAG-TEC project
Gwenn Péron-Pinvidic, John R. Hopper, Martyn Stoker, Carmen Gaina, Thomas Funck, Uni E. Árting and Johannes Cornelis Doornenbal

An overview of the Upper Palaeozoic–Mesozoic stratigraphy of the NE Atlantic region
S. Stoker, M. A. Stewart, P. M. Shannon, M. Bjerager, T. Nielsen, A. Blischke, B. O. Hjelstuen, C. Gaina, K. McDermott and J. Ólavsdóttir

Seismic volcanostratigraphy of the NE Greenland continental margin
Wolfram H. Geissler, Carmen Gaina, John R. Hopper, Thomas Funck, Anett Blischke, Uni Árting, Jim á Horni, Gwenn Péron-Pinvidic and Mansour M. Abdelmalak

A review of the NE Atlantic conjugate margins based on seismic refraction data
Thomas Funck, Ögmundur Erlendsson, Wolfram H. Geissler, Sofie Gradmann, Geoffrey S. Kimbell, Kenneth McDermott and Uni K. Petersen

Moho and basement depth in the NE Atlantic Ocean based on seismic refraction data and receiver functions
Thomas Funck, Wolfram H. Geissler, Geoffrey S. Kimbell, Sofie Gradmann, Ögmundur Erlendsson, Kenneth McDermott and Uni K. Petersen