Umhvørvis- og veðurlagsbroytingar henda um allan heim. Tað arktiska økið er rakt av serliga skjótum broytingum, vísa mátingar. Hvat er tað, sum er í ferð við at henda, hví raka broytingarnar so hart í arktis, og hvørjar verða avleiðingarnar av hesum broytingum?

Hesir spurningar vórðu tiknir upp á altjóða fundi í Berlin tann 25. og 26. Oktober, Arctic Science Ministerial, har ráðharrar frá 30 londum, 6 felagsskapum fyri upprunafólk og 10 altjóða vísindafelagsskapum vóru boðin við. Føroyar og Grønland høvdu egna umboðan á fundinum.

Tann fyrri ráðstevnudagurin viðgjørdi trý høvuðsevnir við uppleggum og panelkjaki. Fyrsta evnið var spurningurin um at fáa atgeingi til dátur um arktis, meðan næsta evnið viðgjørdi, hvat vit vita um broytingar í arktis.

Triðja evnið á ráðstevnuni lýsti spurningin um vandamál og trupulleikar, og hvat kann gerast fyri at brynja umhvørvi og samfeløg í arktis til komandi broytingar. Lis Mortensen frá Jarðfeingi hevði eina framløgu, sum lýsti týdningin av vísindaligari kunning á lokalum máli til ungdóm og almenning. Hetta breiðir út vitan um egið umhvørvi og broytingar, og hetta kann eggja ungum til at leita sær útbúgving innan hesi økir. EduArctic-verkætlanin varð nevnd sum dømi um slík átøk, sum ung í Føroyum kunnu hava gagn av.

Tann næsta dagin viðgjørdu ráðharrar frá luttakandi londunum niðurstøður frá vísindadegnum og undirskrivaðu eina felags yvirlýsing um styrkt vísindaligt samstarv um avbjóðingarnar í arktis.

Fundurin í Berlin, sum savnaði vísindafólk, embætisfólk og ráðharrar frá londum kring allan heim, var tann næsti av sínum slagi. Tann fyrsti Arctic Science Ministerial fundurin varð hildin í Hvítu Húsunum í Washington í 2016.


Heimasíða: www.arcticscienceministerial.org

Frágreiðing frá fundinum: https://www.arcticscienceministerial.org/files/BMBF_ASM2_Broschuere_V1_A4_barrRZ.pdf