Jarðfeingi hevur nú leysgivið dáturnar frá boringunum 6104/21-2 (Brugdan II) og 6104/25-1 (Súlan/Stelkur), tí boringarnar ikki longur eru fevndar av ásetingunum um trúnaðarskyldu. Boringarnar hava vanliga eitt 5-ára trúnaðarskeið, men tá loyvini, har boringarnar eru gjørdar, eru latin inn aftur, er trúnaðarskeiðið 2 ár.

brugdan2_sulan_stelkur

Boridáturnar kunnu fáast við at venda sær til Jarðfeingi.

Yvirlit yvir leysgivnu dáturnar (boringar og seismikk) sæst her!

Treytir fyri keypi síggjast í enskari útgávu her!