Tann 17. mai í ár lat landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fjórða útbjóðingarumfar upp. Umfarið er opið fram til 17. februar 2018.

Útbjóðingarøkið liggur eystan fyri Føroyar. Í sambandi við at útbjóðingarumfarið er opið, hevur Jarðfeingi latið gjørt eitt tykisdáturúm (Virtuel Data Room), sum Zebradata í London hevur staðið fyri. Eitt tykisdáturúm er ein sýnisgluggi sum er knýttur at einum dátugrunni á internetinum, har Jarðfeingi vísir áhugaðum oljufeløgum allar leysgivnu dáturnar, sum eru í føroyskum øki. Hetta verður gjørt fyri at skapa áhuga fyri økinum.

  

Dátugrunnurin inniheldur ymiskar dátur, eitt nú leysgivnar 2D og 3D seismiskar dátur, umleið 45.000 km av 2D seismikki, 9000 km2 av 3D seismikki og boridátur frá 12 boribrunnum, har níggju eru boraðar á landgrunninum og tríggir á landi. Harafturat eru frágreiðingar frá oljufeløgum, tá tey lótu loyvi innaftur umframt SINDRI-frágreiðingar.

Møguleiki er at keypa dátur við at seta seg í samband við Jarðfeingi á jardfeingi@jardfeingi.fo.

Sí tykisdáturúmi “Virtual Dataroom” her!

Vilt tú hava atgongd til tykisdáturúmið, vinarliga fyll teigarnar út niðanfyri, og tú fært eitt loyniorð sendandi.

 

Økið fyri 4 útbjóðingarumfar