Ein grein er útgivin um Edu-Arctic verktætlanina við heitinum “EDU-ARCTIC COMPETITIONS AS AN EFFECTIVE WAY TO INCREASE STUDENTS’ INTEREST IN STEM”. Frágreiðingin varð løgd fram 2. juli á 11. EDU-LEARN ráðstevnuni í Spania.

STEM, sum stendur fyri Science, Technology, Engineering og Mathematics, fevnir um tær  náttúruvísindaligu lærugreinirnar í skúlanum umframt matematikk.

Kappingar, sum verða settar saman við útferðum fyri næmingar og lærarar, bróta upp úr nýggjum í mun til vanligar frálæringarhættir innan skúlagátt. Náttúruvísindaligar útferðir eru nýskapandi hættir, sum gera lærutilgongdina meira áhugaverda og dragandi. Harafturat kunnu kappingar fyri næmingar kveikja kreativitetin og uppfinnsemi hjá næmingum. Edu-Arctic er eitt frálæruátak, sum byggir á kappingar fyri næmingum knýtt saman við dragandi vinningum um arktiskar útferðir.

Greinin fæst her

Myndirnar eru frá føroysku útferðini í 2019.