EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtak­andi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg. Verkætlanin vendir sær serliga til ung og lærarar teirra í framhaldsdeild og miðnámsskúlum við fyrilestrum, kappingum, kanningum og øðrum.

Jarðfeingi og samstarvspartar í Føroyum luttaka saman við stovnum í Póllandi, Fraklandi, Íslandi og Noreg í EduArctic-verkætlanini, sum heldur fram til 2018.

Úrslitini frá PISA-kanningunum, sum vórðu almannakunngjørd í desember, vístu, at stórur tørvur er á fjøltáttaðum undirvísingartilfari til skúlar innan náttúruvísindalig og tøknilig evni. Tað er nakað av hesum, sum EduArctic-verkætlanin bjóðar.

EduArctic-verkætlanin er samansett av fimm eindum:

  • Webinar-fyrilestrar um náttúruvísindi og arktiska gransking.
  • Polarpedia, sum lýsir vísindalig hugtøk og ymiskt undirvísingartilfar á fimm ymiskum málum.
  • Arktisk kapping fyri skúlanæmingar í øllum Evropa, har vinningurin er ein arktisk kanningarferð.
  • Náttúrukanningar í umhvørvinum kring skúlan.
  • Læraraskeið.

Í hesum døgum byrja undirvísingartilboðini til skúlar í Føroyum og kring alt Evropa. Skráin við m.a. kapping og fyrilestrum er at síggja á portalinum hjá verkætlanini: Edu-arctic.eu.

Lærarar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum hava møguleika at tekna seg og gera gagn av
ókeypis tilboðum, sum verkætlanin bjóðar.

Fylg okkum (eduarctic) á:


Fleiri upplýsingar um EduArctic-verkætlanina:
http://edu-arctic.eu/

Videofilmur við føroyskari rødd:

Føroyskur faldari:
http://edu-arctic.eu/images/promotional/Brochure_EDUArctic_Faroese.pdf

Lærarar kunnu tekna seg:
http://edu-arctic.eu/program/teachers/register

Tíðindabræv til øll áhugað:
http://edu-arctic.eu/program/subscriptions/new