Tá fjórða útbjóðingarumfar læt aftur leygardagin á middegi, hevði eitt felag søkt Jarðfeingi um at leita eftir kolvetni í føroyska landgrunninum. Jarðfeingi fer nú at viðgera umsóknina. Talan er um drúgt og tekniskt tilfar, sum tekur nakrar vikur at viðgera.

“Sjálvandi hevði eg vónað, at vit fingu fleiri enn ta einu umsóknina”, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Landsstýrismaðurin leggur tó afturat, at altjóða oljuídnaðurin framhaldandi er í kreppu og at leitivirksemið er tað minsta í meira enn seksti ár. “Tí høvdu vit hinvegin ikki væntað at fingið nógvar umsóknir.”

Umframt ta einu umsóknina vístu fleiri feløg ítøkiligan áhuga fyri føroyska landgrunninum. Feløgini hava biðið um jarðfrøðiligar dátur frá Jarðfeingi, eins og kunning um treytirnar at leita eftir olju og gassi á føroyskum øki. “Okkurt bendir á, at feløg seinni fara at søkja umvegis open door skipanina. Tí fara vit nú at fyrireika tað eisini og vænta at lata dyrnar upp um einar 3-4 mánaðir,” sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi.

Open door vil siga, at dyrnar til føroyska landgrunnin standa opnar, og at oljufeløg søkja um leitingarloyvi, tá ið tað passar við teirra leitingarstrategi.

“Í næstum fara vit at meta um, hvussu farast skal fram við framtíðar kolvetnisleiting í Føroyum.

Ein viðkomandi spurningur í tí sambandi er, um vit eiga at tillaga leititreytirnar, sum í høvuðsheitum hava verið tær somu, síðani farið varð undir at leita eftir olju við Føroyar” sigur Poul Michelsen.

Tak niður tíðindaskriv