Kennir tú gleðina, tá tú kemur fram á eina vakra tinnu millum gráliga grótið í haganum? Ella spenningin, tá tú hyggur nærri og sært vakrar krystallar daga fram úr einum svørtum grótveggi?

Og hevur tú hug at deila tín áhuga fyri tinnum, krystallum og vøkrum dýrgripum úr føroysku náttúruni við vísindafólk á Jarðfeingi? So mást tú vera við í summar og senda inn myndir av steinum úr føroysku náttúruni til Jarðfeingi.

Kanska hevur tú tinnur og grót til pynt á hillini ella í kjallaranum? Tak myndir av teimum og send til Jarðfeingi.

Vit gleða okkum til at síggja so nógvar myndir sum gjørligt.

Vit samla myndirnar á Facebook og Instagram og velja út (saman við tær) nakrar myndir til nýggju bókina Føroysk mineral og grótsløg. Bókin er í gerð og verður prentað í 2021.

Áhugaverdasta myndin fær virðisløn upp á 5.000 kr.

Myndir úr náttúruni / Takk fyri at tú bert tók myndina og ikki jarðfrøðina heim við

Farið væl um náttúruna. Tað er als ikki neyðugt at taka tinnur og grót heim við at avmynda. Vit vilja nógv heldur síggja myndir av mineralum og gróti úti í náttúruni, har tey hoyra heima.

Vit sóknast eftir nærmyndum av tinnum, krystallum og áhugaverdum gróti. Ikki myndir av fjallasíðum, forbergi ella landslagi.

Fyri at tryggja vísindaliga virðið av myndunum mugu tær vera staðsettar, helst við GPS-koordinatum. Slíka funku hava flestu snildfonir og fototól í dag.

Myndir innandura

Hevur tú hillar ella kjallara við alskyns gróti og mineralum, sum eru samlað í Føroyum?

So ert tú vælkomin at senda inn myndir av hesum eisini. Lýs so væl sum til ber, hvar steinurin varð funnin. 

Treytir:

  • Myndatakari varðveitir ognarrætt yvir innsendar myndir.
  • Við at senda inn myndir góðtekur myndatakari fylgjandi:
    • at Jarðfeingi velur út innsendar myndir og leggur tær á heimasíðu/facebook/instagram ella í øðrum sambandi
    • at navn hjá myndatakara verður upplýst saman við myndini
    • at Jarðfeingi velur út innsendar myndir til nýggju bókina Mineral og grótsløg í Føroyum. Jarðfeingi samskiftir nærri við myndatakara um hetta.
  • Tann 1. oktober velur Jarðfeingi ta áhugaverdastu myndina millum tær, sum eru sendar inn.

Takk fyri at tú bert tók myndina og ikki jarðfrøðina heim við

Vegleiðing

1: Tak eina mynd av minerali ella gróti
Tak nærmynd av tí, sum tú vilt vísa. Minst til at loyva staðseting á snildfonini ella fototólinum, áðrenn myndin verður tikin.

2: Send okkum myndina
Send myndina við telduposti til mineral@jf.fo, ella umvegis Facebook ella Instagram.

3: Myndin verður løgd á Facebook- og Instagramvangan hjá Jarðfeingi
Vit leggja myndina út á Facebook og Instagramvangan hjá Jarðfeingi, og umframt navn á myndatakara viðmerkja vit, hvat mineral og grótslag sæst á myndini.

Í samband við at vit leita eftir myndum, av áhugaverdum mineralum og grótsløgum, til bókina “Føroysk mineral og grótsløg”... taka vit ímóti myndum heilt fram til 1. oktober 👌🏻🤩 #jarðfeingi #jarðfrøði #føroyskmineraloggrótsløg #føroyajarðfrøði #føroyar #rocksandminerals ...

Ymiskir soðsteinar, myndina eigur Helga Nordendal 😊👌🏻 #føroyskmineraloggrótsløg #jarðfeingi #jarðfrøði #geology #føroyar #føroyajarðfrøði #soðsteinar #rocksandminerals ...

Apophylitt 😊👌🏻 Myndina eigur Hans Black, #føroyskmineraloggrótsløg #jarðfeingi #jarðfrøði #geology #føroyar #føroyajarðfrøði #apophylitt #rocksandminerals #mineral ...

Chabasitt, myndina eigur Rósalind Olsen 😊 #føroyskmineraloggrótsløg #jarðfeingi #jarðfrøði #geology #føroyar #føroyajarðfrøði #chabasitt #rocksandminerals ...

Stilbitt, myndina eigur Tina Grønbech @tinagroenbech 😊👌🏻
#føroyskmineraloggrótsløg #jarðfeingi #jarðfrøði #geology #føroyar #føroyajarðfrøði #stilbitt #rocksandminerals #mineral
...