Í døgunum 16. til 18. oktober var Jarðfeingi umboðað við bási á oljuráðstevnuni APPEX ICE 2017 í London. Ráðstevnan var væl vitjað, og fleiri vitjaðu á okkara bási og fregnaðust um fjórða útbjóðingarumfarið eftir oljuleiting í Føroyum, sum hevur verið opið síðani 17. mai 2017 og letur aftur 17. februar 2018.

Oljufeløgini, sum vitjaðu básin, vóru oljufeløg, sum vit hava regluligt samskifti við, men eisini nøkur nýggj oljufeløg vóru at síggja, sum vanliga ikki eru at síggja á evropeiskum ráðstevnum. Summi av hesum oljufeløgunum eru nýggir aktørar í Norðurevropa.

Vit fingu forkunnuga vitjan av m.a. føroyska sendimanninum í London, Áka Johansen, ið hevur hjálpt væl til at marknaðarføra fjórða útbjóðingarumfarið í London.