17. mai í ár verður skjøtul settur á fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting við Føroyar.  Hetta verður gjørt á almennum føroyskum tiltaki, har Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, letur komandi útbjóðingarumfarið upp, og har nýggj og áhugaverd vitan verður framløgd, sum er sprottin úr tí arbeiði Jarðfeingi saman við samstarvsfeløgum hava gjørt seinastu árini. Arbeiði, sum hevur ført við sær, at fleiri áhugaverd leitimið eru funnin á føroyska landgrunninum.

Harumframt verða tær kjarnur, sum eru komnar upp frá millum 2000 og 3000 metrar undir havbotninum á landgrunninum, lagdar fram til fólk at síggja og lesa um. Aftaná verður okkurt leskiligt at fáa.

Um miðjan juni fara umboð fyri Jarðfeingi saman við umboðum frá samstarvsfeløgunum til London, har arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini, verður lagt fram fyri innbodnum oljufeløgum.

Útbjóðingarumfarið letur aftur tann 17. februar 2018.

Les meira um tiltakið her