Í samband við fjórða útbjóðingarumfar, sum læt aftur 17. februar, fekk Jarðfeingi eina umsókn at leita eftir kolvetni í føroyskum øki.

Eftir at Jarðfeingi hevur viðgjørt umsóknina og umrøtt hana við umsøkjaran, hevur umsøkjarin avgjørt at taka umsóknina aftur.

Tað fjórða útbjóðingarumfarið er sostatt liðugt avgreitt, uttan at nakað leitiloyvi varð útskrivað.

Jarðfeingi metir høvuðsorsøkina til at tað ikki vóru fleiri umsóknir vera, at oljuvinnan ikki er komin í gongd við leitivirksemi aftur, aftaná kreppuna í vinnuni í kjalarvørrinum á stóra prísfallinum á olju í 2014.