Tann 17. mai í ár lat landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fjórða útbjóðingarumfar upp. Umfarið letur aftur 17. februar 2018.

Í meira enn 20 ár hevur verið leitað eftir olju í føroyskum øki. Níggju brunnar eru boraðir higartil, og ein virkin kolvetnisskipan er staðfest. Men hyggja vit at, hvussu stórt føroyska økið er, so eru níggju brunnar sera lítið í mun til støddina á økinum.

Vísindafólkini á Jarðfeingi eru vís í, at tað er olja at finna í føroyska økinum, og at hon bara liggur og bíðar eftir at verða funnin. Ein stórur partur av arbeiðinum í sambandi við fjórða útbjóðingarumfar hevur verið at endurskoða stórar mongdir av dátum, ið eru samlaðar tey seinastu mongu árini. Úrslitið av hesum stóra arbeiði er eitt stórt stig á leiðini til at skilja ta vulkansku søguna betur, sum so samstundis gevur eina betur fatan av, hvar oljan er. Úrslitini verða løgd fram fyri oljufeløg tann 21. juni í London á einum serligum tiltaki fyri innbodnum.

Í meðan útbjóðingarumfarið er opið, verður Jarðfeingi við á fleiri ráðstevnum kring heimin fyri at marknaðarføra útbjóðingarumfarið.