Millum 7.000 og 10.000 fólk hava seinastu dagarnar verið á stóru ráðstevnuni Annual Convention and Exhibition (ACE), sum AAPG skipar fyri á hvørjum ári. Hesa ferð var hon hildin í Houston í Texas, USA.

Jarðfeingi, sum seinastu tíðina hevur marknaðarført fjórða útbjóðingarumfar runt um í heiminum, var aftur hesa ferð umboðað við bási á ráðstevnuni. Nógv fólk vitjaði básin, og summi oljufeløg, sum vanliga ikki eru at síggja á evropeiskum messum, vóru eisini framvið.

Nú er bert hálvurannar mánaði, til fjórða útbjóðingarumfar letur upp í Norðurlandahúsinum tann 17. mai. Tað er landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sum alment letur komandi leitiumfar á føroyska landgrunninum upp, samstundis sum hann setur ráðstevnuna Faroe Islands Exploration Conference (FIEC).

Á ráðstevnuni fara jarðfrøðingar av Jarðfeingi at leggja fram øll tey nýggjastu úrslitini frá stóra arbeiðinum, sum er gjørt í samband við búningina av landgrunninum, síðani seinasta oljufelagið lat seinasta loyvið aftur í 2016. Harumframt vera eisini vísindafólk aðrastaðni frá við. Hesi leggja fram arbeiði, sum kann hava stóran týdning fyri oljuleiting í Føroyum.