Í løtuni er ein PhD-verkætlan í gongd á Jarðfeingi. Verkætlanin sum fór av bakkastokki í august í fjør, er millum annað eisini ein partur av eini størri verkætlan, har Jarðfeingi er farið í holt við at kanna grundvatn í Føroyum nærri. Tað er jarðfrøðingurin Óluva Eidesgaard, sum í PhD-verkætlanini er farin at hyggja nærri at hvørjir møguleikar liggja í at brúka ymiskar elektroniskar mátingar í basalti. Elektroniskar mátingar kunnu gerast í boriholum, bæði á landi og til havs, og verða brúkar til at fáa eina betri og hollari vitan um grótið, ið borað verður í, millum annað hvussu t.d. vatn ella onnur væta ferðast í grótinum.

Eftir at tvær jarðhitaboringar av tilvild høvdu rakt óvanliga heitt vatn í Kollafirði í 2014, varð í samráð við Tórshavnar kommunu gjørt av at bora eitt royndarhol í økinum. Um sama mundi, sum hetta royndarholið varð borað, vórðu eisini tvey onnur jarðhitahol boraði í sama øki. Øll hesi trý boriholini vórðu síðani máld við ymiskum elektroniskum mátitólum. Millum annað varð mótstøðan í grótinum máld, eisini varð mált, hvussu skjótt ljóð ferðast í grótinum, umframt at geislavirknið í grótinum eisini var mált. Talan er um sera viðkvæmar mátingar av natúrligum geislavirkni, sum henda allastaðni í jørðini og alla tíðina. Ymsu svarini eru við til at leiðbeina jarðfrøðingar, hvat fyri slag av gróti borað verður í. Harumframt vóru neyvar hitamátingar og mátingar av vatnfloyminum eisini gjørdar í holunum. Afturat hesum mátingum varð eisini eitt myndatól sent niður í holini. Tólið eitur ein Optiskur televiewari og tekur myndir 360 stig runt allan vegin niður, soleiðis at møguligt er at síggja, júst hvussu grótið sær út.

Út frá hesum dátum er møguligt at síggja ymiskt spennandi (Mynd 1 og 2). Millum annað júst hvar vatn kemur inn í holini. Hetta kann gerast við at hyggja at myndunum frá Optiska televiewarinum og samanbera hann við floymismátingarnar (Mynd 1).

Tí er møguligt at siga í dag, at í eina holinum í Kollafirði renna umleið 95% av øllum teimum fleiri tonsum av áleið 27° heita vatninum inn í holið gjøgnum eitt  4 cm breitt vatnrætt op, sum er statt ímillum tvey fláamørk 120 metur niðri í jørðini.

Endamálið við hesum fyrsta partinum av PhD-ini er at betur skilja samanspælið millum vatnnøgd, hita, trýst, grót og fláamørk. Hetta kann vónandi vera við til at geva okkum eina betri fatan av skipanini, sum stýrir grundvatninum, ikki bert í Kollafirði, men eisini í restini av Føroyum.

Eftir hendan fyrsta partin av PhD-ini er ætlanin at taka tær royndir, sum verða gjørdar á landi, við út á landgrunnin fyri at royna at skilja líknandi skipanir í basaltinum harúti við tí fyri eyga at betur skilja, hvussu olju og gass flyta seg í basaltinum.

PhD-verkætlanin fær stuðul frá Granskingarráðnum og grunninum Førleikapengar, umframt at Jarðfeingi eisini stuðlar verkætlanini. Verkætlanin skal vera liðug á sumri 2020.


Mynd 1. 4 cm breiða vatnleiðandi rivan í eina boriholinum í Kollafirði. Vinstrumegin er floymismátingin, sum brádliga hækkar nógv, tá mátarin fer ígjøgnum rivuna. Fyrsta kurv høgrumegin vísir mótstøðubroytingar í grótinum, onnur kurv høgrumegin vísir snúðningsferðina, sum eisini týðiliga vísir broytingar, tá nógv vatn brádliga kemur í skipanina, meðan kurvin uttast til høgru er hitamátarin, sum júst í rivuni vísir eitt vet omanfyri 27°.

 


Mynd 2. Nakað omanfyri vatnleiðandi rivuna er eitt týðiligt skifti í jarðfrøðini. Her hevur verið ein støðgur í gosvirkninum, sum skapti Føroyar, og samstundis hevur tíðarinnar tonn havt møguleika at máa nakað av tí gamla landslagnum niður til sand og leir. Fyrsta kurvin høgrumegin vísir, at mótstøðan í grótinum fer niður, tá mátingarnar skifta frá basalti til legugrýti. Onnur kurvin høgrumegin vísir geislavirknis-mátingarnar, sum eru gjørdar á staðnum, men eftirsum tær eru sera skiftandi, kann tað vera trupult at síggja eina týðiliga rákgongd, og tí hevur man í kurvini høgrumegin “slættað” kurvina fyri betur at síggja rákgongdina. Her sæst týðiliga, at natúrliga geislavirknið fer upp júst í hesi eindini, nakað sum er vanligt at síggja, og sum ofta verður brúkt júst fyri at skilja millum fast grót og legugrýti, har man ikki hevur myndir at hyggja at.