Tað heita grundvatnið, sum rennir úr jarðhitaholunum í Kollafirði, er mest sannlíkt ikki eldri enn fimm ár. Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari grein, sum er partur av PhD-verkætlan á Jarðfeingi í løtuni. Greinin er júst send blaðnum Renewable Energy. Orsøkin til hesa niðurstøðu er tann, at kanningar av grundvatni úr Vestmanna-boringini frá 1981 umframt ymsum øðrum keldum í Føroyum, bæði heitum og køldum, hava víst, at vatnið har ikki er eldri enn eitt hálvt til trý ár. Tað eru kanningar av tritium, sum kunnu geva ábendingar um aldurin á vatni. Hetta merkir, at grundvatngoymslurnar í Føroyum verða endurnýggjaðar skjótt.

Súrevnisisotopkanningar, ið eru gjørdar av vatninum í Vestmanna, hava eisini víst á, at talan er um regnvatn, og tí kann tað hugsast, at talan eisini er um regnvatn, sum er seyrað niður gjøgnum jarðarløgini í Kollafirði. Regnvatn ferðast gjøgnum jarðarløgini gjøgnum rivur og sprungur. Ætlanin er at gera nærri kanningar av vatninum í Kollafirði í nærmastu framtíð, og vónandi koma hesar at vísa, at vatnið eisini er gott drekkivatn.