Í sambandi við PETEX-oljuráðstevnuna, sum hevur verið í London hesa vikuna, hevur Jarðfeingi saman við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum skipað fyri áhugverdum tiltaki, har landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum,  Poul Michelsen, var vertur. Tiltakið var fyri oljufeløg, og nógv feløg vóru umboðað.

Endamálið við tiltakinum var at geva áhugaðum innlit í tað fyrireikandi arbeiðið, ið Jarðfeingi saman við øðrum ger í løtuni. Arbeiðið, ið skal búna føroyska landgrunnin á besta hátt áðrenn fjórða útbjóðarumfar letur upp í mai komandi ár.

Tað arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt, verður lagt fram á fimtu FIEC-ráðstevnuni í døgunum 16-18 mai komandi ár. Tann 17 mai – á ráðstevnuni – verður fjórða útbjóðingarumfar alment latið upp.

Tiltakið byrjaði við at føroyski sendimaður Føroya í Onglandi, Áki Johansen, presenteraði landstýrismannin, Poul Michelsen, og Hera Ziska, jarðfrøðing á Jarðfeingi.

Poul helt síðani eina røðu, har hann millum annað legði fram nýggju langtíðarætlanina fyri komandi útbjóðingarumfør á føroyska landgrunninum og eftir hann hevði Heri Ziska eina framløgu, har hann vísti luttakarunum eina løtumynd av tí arbeiði, Jarðfeingi ger. Úrslitini av hesum arbeiði verða fyrst í komandi ár sett saman í ein bókling, umframt lagt fram fyri áhugaðum, tá umfarið letur upp á FIEC-ráðstevnuni í mai.