Skúlaungdómar og lærarar úr 60 londum um allan heim hava brúkt Edu-Arctic verkætlanina, sum Jarðfeingi hevur luttikið í.

Edu-Arctic verkætlanin nærkast endanum og seinasti partnarafundur var í París í døgunum 21. og 22. mai. Verkætlanin, sum eggjar ungdómum at søkja meira vitan um vísindi og tøkni við støði í gransking í Arktis. Fleiri enn 500 online fyrilestrar eru hildnir í jarðfrøði, lívfrøði, fólkalívsfrøði og hópin av øðrum evnum. Fyrilestrarnir eru tøkir á youtube á enskum, føroyskum og nógvum øðrum málum.

Endamálið er at eggja ungdómum til at søkja meira vitan um vísindi og tøkni við støði í gransking um Arktis. Verkætlanin, sum er fíggjað av Horizon2020 hjá ES, bjóðar online fyrilestrar, hópin av tilfari til lærarar og næmingar á heimasíðuni, og serstaka arktiska kapping, har vinningurin hevur verið ein ferð til eitt stað í arktis,

Partnarar í verkætlanin samanvið Jarðfeingi eru geofysiski stovnurin IGF og kt-virkið American Systems í Pólandi, Arctic Portal í Íslandi, Universitetið í Versailles í Fraklandi og NIBIO í Noregi.

Ráðstevna í París varpar serligt ljós á Føroyar

Í døgunum 23. og 24. mai varð skipað fyri Edu-Arctic ráðstevnu í Paris. Ráðstevnan lýsti úrslit frá verkætlanini, umframt framløgur frá innbodnum gestum. Yngva Sigurdardóttir Lamhauge legði fram verkætlan sín í arktisku kappingini, har hon hevði gjørt uppskot til spæl til fartelefon. Spælið er nú programmerað og fæst ókeypis á android play store. Spælið hevur heitið Arctic Explorer Game.

Ein av innbodnu fyrilesarunum var Terry V. Callaghan, professari, sum hevur granskað í økologi og veðurlagsbroytingum í eini 50 ár. Hann var partur av IPCC toyminum, sum fekk Nobel friðarheiðursløn í 2007. Terry V. Callaghan vísti á týdningin, at vit nýta vitan og gransking til at fyrireika okkum til broytingar, sum fara at koma.

Lis Mortensen, Jarðfeingi, hevði fyrilestur um arktisku kappingina og liðið úr Grikkalandi, Stelios Anastassopoulos, lærari, og Glyceria Mpouki, næmingur, greiddu frá upplivingum teirra frá arktisku rannsóknarferðum til Føroyar og Norðurnoregs.

Arktisk rannsóknarferð til Føroyar í juni

Tann arktiska kappingin 2019 endaði við fýra vinnandi liðum úr Spania, Grikkalandi, Slovenia og Belgia. Liðini úr Spania og Grikkalandi koma til Føroyar í døgunum 20. til 27. juni har tey luttaka á arktiskari rannsóknarferð, sum Jarðfeingi skipar fyri.

Fleiri fyrilestrar í heyst

Edu-Arctic verkætlanin heldur fram í heyst við online fyrilestrum og øðrum teldutøkum tilboðum. Skúlar og onnur áhugaði eru vælkomin at luttaka. Tað ber til at senda inn hugskot til fyrilestrar við at senda teldupost til bbh@jf.fo