Hvat er hent uppi á Sátuni fyri milliónum av árum síðan, sum brýtur grundleggjandi jarðfrøðiligar meginreglur? Her á Sátuni við Leynar á Streymoynni finna vit nevniliga yngri jarðløg djúpt inni í fjallinum heldur enn ovast á fjallatindinum, har vit væntaðu at finna tey!

Mánadagin 24. apríl kl 12 verður fyrilestur á alnótini fyri skúlum í øllum Føroyum um serstøku jarðfrøðina á Sátuni og tær fýra grundleggjandi jarðfrøðiligu meginreglurnar, sum øll jarðfrøði byggir á. Irena Áarberg, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, skipar fyri webinari fyri øllum føroyskum skúlanæmingum í aldrinum 13 – 20 ár. Fyrilesturin tekur umleið 35 minuttir.

Irena Áarberg greiðir frá, hvussu jarðfrøðingar gera eygleiðingar í feltinum í sambandi við kortlegging. Tá er týdningarmikið at lýsa, hvussu landið er bygt upp og finna útav, hvat grót er elst, og hvat er yngst.

At enda kunnu allir luttakararnir vera við í spælinum Kahoot, sum tekur saman um framløguna.

Fyrilesturin er liður í EU-verkætlanini EduArctic, sum bjóðar ókeypis náttúruvísindaligar fyrilestrar fyri skúlaflokkum í øllum Evropa.

Áhugaðir lærarar kunnu melda seg til fyrilesturin: http://edu-arctic.eu/program/lessons/69

Tað einasta, sum krevst, er telda og netsamband. Rúm er tó einans fyri 23 flokkum.

Fyrilesturin mánadagin 24. apríl kl 12 er opin fyri almenninginum í framsýningini á Tjóðsavni Føroya, Brekkutún 6 í Hoyvík.