21. juni skipaði Jarðfeingi fyri einum tiltaki í London fyri innbodnum gestum innan oljuvinnuna. Tiltakið var hildið í London, tí mett varð, at tað fór at fáa størri undirtøku har, nú flestu av oljufeløgunum halda til í bretska høvuðsstaðnum. Fleiri oljufeløg møttu upp og vístu áhuga fyri 4. útbjóðingarumfarinum.

Føroyar hava sendistovu í London, og tí var tað føroyski sendiharran í Bretlandi, Áka Johansen, í bjóðaði oljufólkunum vælkomnum. Eftir tað tók stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, orðið og greiddi frá endamálinum við tiltakinum og annars frá 4. útbjóðingini og støðu Føroya í oljuhøpi sum heild. Eftir tað løgdu fleiri av jarðfrøðingunum hjá Jarðfeingi og eisini umboð fyri útlendska ráðgevarafyritøku fram nýggja vitan um føroysku undirgrundina og um líknandi øki aðrastaðni eisini – ein vitan, ið varpar nýtt ljós á føroysku undirgrundina, og sum Jarðfeingi vónar, fær oljufeløg til at leggja inn boð og gerast partur av 4. útbjóðingini til oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Kjarnin í hesum framløgum varð, at tað kann loysa seg at gera íløgur í leiting á føroyskum øki, nú nýggjasta vitanin um undirgrundina bendir á, at her kunnu fjala seg fleiri møguligar stórar olju- og gasskeldur.