Dagarnar frá 28. februar til 2. mars var Jarðfeingi umboðað við bási og framløgu á oljuráðstevnuni APPEX Global 2017 í London. Ráðstevnan varð væl vitjað, og fleiri vitjandi á okkara bási vístu áhuga fyri fjórða útbjóðingarumfarinum eftir oljuleiting undir Føroyum, sum letur upp 17. mai.

Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur, greiddi frá verandi arbeiði á Jarðfeingi, sum millum annað fatar um eina størri endurskoðan av tøkum dátum av týdningi fyri oljuleitingina á føroyska landgrunninum.

Úrslitini av hesum umfatandi arbeiði verða løgd fram á ráðstevnuni FIEC (Faroe Islands Exploration Conference) í Norðurlandahúsinum 16-18. mai 2017.