Í juni 2015 var Jarðfeingi umboðað á stóru EAGE-søluráðstevnuni í Madrid. EAGE stendur fyri European Association of Geoscientists & Engineers. Hóast hetta var 77. EAGE-ráðstevnan av sínum slagi, er hetta fyrstu ferð, at Jarðfeingi er við. Føroyska umboðanin er ein liður í nýggju marknaðarføringsvirkisskránni av føroyska landgrunninum. EAGE-ráðstevnan verður hildin hvørt ár, og í 2016 var ráðstevna hildin í Wien.

eage

Luttakaratalið lá um 6000, og fevndi hetta um bæði veitarafeløg, oljufeløg umframt onnur feløg frá so at siga øllum heiminum. Jarðfeingi hevði bás og framløgur við til Madrid, og básurin var væl vitjaður. Tað, sum hevði størst áhuga, var komandi loyvisumfarið í 2017. Í hesum sambandi legði Jarðfeingi seg eftir at fáa samband við seismikkfeløg, fyri á henda hátt at fáa nýggjar dátur av landgrunninum tøkar áðrenn umfarið. Hetta arbeiðið hilnaðist væl, og væntandi fara fleiri seismikkfeløg at koma til Føroyar at vitja innan stutta tíð.