Jarðfeingi hevur í hesi vikuni givið út grein í populerjarðvísindaliga blaðnum GEO ExPro. Greinin viðger tað arbeiðið, ið fer fram á Jarðfeingi í løtuni. Hetta er arbeiðið, sum eisini var lagt fram um hálvan november á tiltaki í London, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, var vertur fyri. Arbeiðið verður liðugt og lagt fram á fimtu FIEC-ráðstevnuni, sum verður hildin frá 16. til 18. mai komandi ár. Tann 17. mai letur fjórða útbjóðingarumfarið á føroyska landgrunninum upp og letur aftur níggju mánaðir seinni, tann 17. februar 2018.

GEO ExPro er leiðandi populervísindaligt blað um oljujarðvísindi, og umframt at kunna lesast online hevur tað sum blað eisini haldarar kring allan knøttin. Blaðið er kent fyri sínar víttfevnandi og lættskiljandi greinar um jarðvísindi og tøknina aftanfyri, og verður millum annað ofta brúkt sum skúlatilfar um jarðvísindi.

Greinin kann lesast her.
Online-leinkjan til Geo ExPro sæst her.