Jarðfeingi var í døgunum 13-14. desember 2018 aftur við á væl umtóktu og væl vitjaðu PROSPEX oljuráðstevnuni í London. Umframt at hava bás, varð hesa ferð dentur lagdur á framløgur, og hesa ferð hevði Jarðfeingi tvær framløgur hesar báðar dagarnar, ráðstevnan vardi. Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, helt framløguna “Long term exploration Strategy on the Faroese Continental shelf”, og Heri Ziska, Head of Exploration á Jarðfeingi, helt framløguna “Exploration opportunities East of the Faroe Islands”. Tvær sera áhugaverdar framløgur, ið fingu fleiri áhugaðar luttakarar inn á básin at spyrja um ymiskt viðvíkjandi útbjóðingarumfarinum og um tað føroyska økið sum heild.

Føroyska sendimaðurin í London, Áka Johansen, vitjaði eisini bás okkara. Áki hevur verið ein hollur stuðul hjá Jarðfeingi  í sambandi við fjórða útbjóðingarumfarið.