Jarðfeingi hevur fingið nýggja heimasíðu, eina dagførda og snotiliga inngongd til stovnin.

Nýggja heimasíðan ger tað lættari hjá áhugaðum at fáa yvirlit yvir tað arbeiði, sum fer fram á stovninum og samstundis ger síðan tað eisini lættari at fáa upplýsingar um tað tilfar, Jarðfeingi framleiðir og umsitur. Tilfar so sum jarðfrøðilig kort og onnur kanningarúrslit á sjógvi og landi, fakligar bókmentir, seismiskar dátur og dátur frá oljuleitiboringum.

Nógv tilfar er tøkt á stovninum um føroyska jarðfrøði, og til ber eisini at senda jarðfrøðiligar spurningar inn umvegis síðuna.

Í løtuni er nógv fokus á fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting, sum letur upp 17. mai 2017 á fimtu FIEC-ráðstevnuni, sum Jarðfeingi skipar fyri.

Upplýsingar um hesa og aðrar ymiskar verkætlanir á stovninum fara altíð at finnast á forsíðuni á nýggju heimasíðuni. Jarðfeingi hevur eisini fingið sær ein Instagram profil, har til ber at fylgja okkara jarðfrøðingum á ferð. Nýggja heimasíðan er bæði á føroyskum og á enskum.

img_1646