Jarðfeingi hevur síðan 2013 verið partur av ES-verkætlanini EMODnet (Europan Marine Observation and Data Network). EMODnet verkætlanin, sum byrjaði í 2006, er ætlað at lýsa og savna kunnleika um høvini í Evropa. Ítøkiliga verður hetta arbeiðið skipað saman við stovnum úr øllum Evropa, ið leggja kort og annað tilfar á ein portal, ið fevnir um eina røð av heimasíðum, har granskarar, fyritøkur og onnur kunna søkja eftir nógvum ymiskum havdátum. Jarðfeingi luttekur í arbeiðsbólkunum, ið viðgera dýpdar- og jarðfrøðidátur. Aðrir arbeiðsbólkar í verkætlanini fáast við evnafrøði, alisfrøði, lívfrøði, havbotnsumhvørvi og mannavirksemi í høvunum runt um í Evropa.

panel_bathymetry

Føroyska havøkið (innan fyri 200 fjórðingamarkið) er við sínum 269.522 ferkilometrum millum tey stóru í Evropa. Til samanberingar er hetta tvær og eina hálva ferð so stórt sum tað danska havøkið. EMODnet verkætlanin hevur higartil haft góðan byr, og væntandi fer verkætlanin at halda á í fleiri ár og vaksa munandi í vavi. EMODnet hevur fyri stuttum gjørt ein kunningarfilm um verkætlanina.

Sí meira á www.emodnet.eu