Í seinastu útgávuni av GEOExPro stendur Jarðfeingi fyri forsíðusøguni. Tað er Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, ið hevur skrivað. GEOExPro er eitt av mest lisnu populervísindaligu tíðarritunum í heiminum, sum skrivar um jarðfrøðilig viðurskifti. Tíðarritið, ið kemur út seks ferðir um árið, hevur greinar um ymisk evni, og  greinin hjá Jarðfeingi hesa ferð er at finna undir evninum geotourism, og lýsir Føroyar sum áhugavert ferðamál fyri tey, ið hava áhugað fyri jarðfrøði. Forsíðumyndina hevur William Anderson tikið vegna Visitfaroeislands. Greinin kann lesast her.

Tað er júst eitt ár síðani, Jarðfeingi hevði sína fyrstu grein í GEOExPro: The Faroe Islands – a New Beginning. Tann greinin kann lesast her.

Trýst her fyri at síggja greinina um Føroyar

Trýst her fyri at taka GEOExPro blaðið niður