Fyrr í hesum mánaðinum vóru jarðfrøðingar av Jarðfeingi í Strassburg í Fraklandi á verkstovu um  djúpa geothermala orku.

Umframt Ísland eru fleiri onnur lond kring knøttin, sum brúka djúpa geothermi sum orkukeldu. Endamálið við verkstovuni var at geva fólki, sum arbeiða við kolvetnisleiting og teimum, sum arbeiða við djúpari geothermi, ein felags pall, har høvi er at greiða frá sínum royndum.

Nógvir av kanningarhættunum, ið vera brúktir í kolvetnisleiting, kunnu eisini brúkast innan geothermi fyri at skilja djúpar vatngoymslur, sum eru góðar orkukeldur. Endamálið hjá jarðfrøðingunum á Jarðfeingi við luttøkuni á verkstovuni var fyrst og fremst at kunna seg um geothermi, men eisini at skapa sær netverk innan hesa lutfalsligu nýggju orkugreinina.

Á verkstovuni luttóku umleið 50 fólk frá fleiri evropeiskum londum. Verkstovan vardi í tveir dagar, fyrri dagurin fór við framløgum, har framløguhaldarar vóru frá bæði kolvetnis- og geothermivinnuni. Síðani var møguleiki at seta spurningar, og eftir framløgurnar varð skipa fyri einum kjaki.

Seinni dagurin var skipaður sum ein felttúrur. Túrurin gekk norður um Strassburg til Alsace-økið, har tvey geothermal verk eru. Tann fyrra vitjanin var á Soultz-sous-Forêts verkinum, sum framleiðir el. Fyrireikingarnar til framleiðsluna byrjaðu í 1987, tá man fór í gongd við at kanna møguleikan fyri at brúka gamlar kolvetnisbrunnar, sum vóru í økinum, til at framleiða el.

Verkið í Soultz, ið er tað fyrsta av sínum slagi, byrjaði at framleiða el inn á netið í økinum í 2010, og framleiðir í dag 1,5 MWe netto. Boringarnar eru 5 km djúpar og røkka niður í eina goymslu av sera søltum nærum 200ºC heitum vatnið í rivutum 600 milliónir ára gomlum grundfjalli (Mynd 1 og 2).

Tað, sum verður gjørt í Soultz, er at isobutan (C4H10) verður pumpað niður í undirgrundina ígjøgnum tann eina brunnin, har tað síðani verður geothermalt hitað, áðrenn tað verður pumpað upp aftur gjøgnum tveir aðrar brunnar (Mynd 3). Tá tað kemur upp aftur, er tað blandað við tað sera salta vatni, sum natúrliga er í goymsluni, men hetta verður skilt frá, áðrenn dampurin fer inn í eina turbinu, sum síðani ger streym inn á netið í økinum.

Orsøkin, til at man hevur valt at brúka isobutan, er, at isobutan hevur eitt sera lágt kókipunkt á -12ºC gradir við eina atmosferu. Stóri fyrimunurin í hesum økinum er, at tann geothermali gradienturin er hægri enn vanligt, og tí finnur man 100ºC heitt vatn á 1.000 metra dýpi, í lutfall til tær 40ºC man vanliga finnur á hesum dýpi. Orsøkin til, at hitin er lutfalsliga høgur her, er, at heitt vatn verður ført úr dýpinum í ringrás uppeftir og hitar samstundis undirgrundina í økinum. Júst hetta fyribrigdið við heitum vatnið, sum verður ført upp eftir í ringrás, kann samanberast við tað, vit síggja í Kollafirði. Tó er skipanin í Kollafirði í sera lítil í mun til skipanina í Alsace.

Skipanin í Soultz-sous-Forêts framleiðir 35 l/s av heitari vesku. Samanbera vit við eina av boringunum við heita vatninum í Kollafirði (UB1), er tað 35 ferðir meira, og hartil er løgurin 175-200ºC tá hann kemur upp. Hetta er lutfalsliga fleirfaldað í mun til tey 27ºC, sum renna upp í Kollafirði. Men hetta eru tvær ymiskar skipanir, har størsti munurin er, at onnur er grunn, meðan hin er djúp. Harafturat kann nevnast, at vatnið í Kollafirði verður ikki pumpað runt í skipanini, sum tað verður í Soultz, men rennur av sær sjálvum. Verkið í Soultz liggur í Upper Rhine graben økinum, sum er navnið á grundfjallinum, ið liggur á einum dýpi ímillum 1,5-4 km í júst hesum økinum.

Í sama graben-øki liggur eisini verkið, Rittershoffen, tað seinna verkið, ið vitjað varð á felttúrinum. Hetta verkið framleiðir ikki el, men heitt vatn, og hevur verið virkið síðani 2008. Skipanin er ikki so kompleks sum tann í Soultz. Í Ritterhoffen vera 80 l/s av 168º heitum vatni tiknir úr einum brunni, sum er 2,5 km djúpur, og eftir at hitin er tikin úr vatninum, verður vatnið koyrt niður í aftur gjøgnum ein annan brunn (Mynd 4). Av tí, at hetta er sama vatngoymsla sum tann í Soultz, verður salta vatnið, sum kemur upp úr goymsluni ikki brúkt, men verður ístaðin brúkt til at hita feskvatn, sum síðani verður flutt við rørum (Mynd 5) til Roquette Frères framleiðsluøkið, sum liggur 15 km burturi. Á ferðini fellur hitin á vatninum einans 4oC, og er tí 164 hitsatig, tá tað kemur fram.

Roquette Frères, ið keypir alla orkuna frá Rittershoffen, er ein fronsk fyritøka, sum hevur serkunnleika í at tilvirka rávørur grundaðar á plantur. Hetta krevur sera nógva orku, og klárar hitaverkið í Rittershoffen at framleiða 25% av orkuni, tey hava brúk fyri, og hava harvið hjálpt teimum at gerast meiri burðardygg.

Bæði orkuverkini eru sjálvvirkandi.

Mynd 1. Uttast til vinstru á myndini sæst skipanin í Soultz. Høgrumegin síggjast aðrar skipanir, ið brúka hita úr grynri jarðarløgum við lægri hita.

 

Mynd 2. Her sæst, hvussu skipanin virkar niðri á 4 km dýpi.

 

Mynd 3. Høgrumegin sæst brunnurin GPK4, annar av brunnunum sum taka ímóti heita løginum úr djúpu jarðarløgunum, meðan brunnurin til høgru, GPK3, er tann, sum førir løgin niður aftur. Uttast til høgru sæst turbinan, sum framleiðir el.

 

Mynd 4. Brunnarnir í Rittershoffen-verkinum.

Mynd 5. Rørini, sum føra 168º heita vatnið frá Rittershoffen til Roquette Frères

Mynd 6. Inni á sjálvvirkandi verkinum í Rittershoffen, har teldur skráseta gongdina á virkinum og siga frá, um okkurt er. Tey arbeiða í vaktarskipan og kunnu vanliga gera tað, sum gerast skal, frá fjarstøðu.

Mynd 7. Rundvísing inni á Rittershoffen-verkinum.