Í hesum døgum eru tríggir gestir úr Kili í Føroyum fyri at kunna seg og fáa góð ráð um viðurskifti av týdningi fyri teirra fyrireikingar at skjalprógva rættin hjá Kili til landgrunn út um 200 fjórðingamarkið.

Meðan Føroyar longu í 2009 og 2010 lótu landgrunsnevnd ST (CLCS) síni landgrunskrøv, ávikavist í Norðurhøvum og á Føroya-Rockallháslættanum sunnan fyri Føroyar, so arbeiðir Kili nú við at fyrireika teirra landgrunskrøv í Kyrrahavinum.

Tí hevur Kili heitt á limirnar í føroyska landgrunstoyminum, Bjørn Kunoy og Finn Mørk, um ráðgeving í teirra fyrireikingum. Við tað at Jarðfeingi, við Martin V. Heinesen, hevði leiðsluna í okkara landgrunsverkætlan, er Jarðfeingi vertur fyri vitjanini. Martin er í løtuni á fundi í landgrunsnevndini í New York.

Kilensku gestirnir fara av landinum aftur í vikuskiftinum.