Altjóða kvinnudagurin varð hátíðarhildin av norðurlendsku sendistovunum í Brússel fríggjamorgunin 6. mars. Tiltakið hevði heitið Women and STEM. STEM er stytting fyri Science, Technology, Engineering and Mathematics, og fevnir um yrkir innan náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og matematikk. Hóast alsamt fleiri kvinnur velja sær útbúgving í STEM-fakunum, so er framvegis stórur mangul uppá kvinnur innan hesi yrki. Kjakfundurin varpaði ljós á forðingar og vísti á, at samfelagið hevur brúk fyri, at fleiri kvinnur fáa møguleika at skapa sær yrkisleið í onkrum av STEM-fakunum.

Lis Mortensen, landafrøðingur frá Jarðfeingi, var í panelinum saman við Annu Häger úr Álandi, Katju Toropainen úr Finnlandi og Marte B. Drageset úr Norra. Royndi orðstýrarin, Melissa Rancourt, úr Brússel, stovnari av altjóða felagsskapinum Greenlight for Girls, leiddi kjakið og vísti á, at kvinnur í løtuni detta burturímillum í sambandi við yrkir innan m.a. verkfrøði og tøkni..

Lis greiddi frá EduArctic-verkætlanini, har vísindafólk úr Føroyum, Íslandi, Norra, Póllandi og Franklandi hava miðlað vísindi innan nógv STEM-evni til skúlabørn úr eini 60 londum kring allan heim. Føroyar eru tað landið, har lutfalsliga flest skúlar og lærarar luttóku, og luttøkan var serliga stór, tá tann føroyska náttúran var á skránni. EduArctic skipaði fyri trimum kappingum, har skúlaungdómar úr øllum Evropa luttóku. Tey vinnandi liðini vóru bjóðað á vísindaliga rannsóknarferð í ymsum  londum. Slíkar rannsóknarferðir vóru fyriskipaðar í Føroyum bæði í 2017 og í 2019. Eitt av endamálunum við EduArctic-verkætlanini var at økja áhugan hjá gentum fyri STEM-fakunum. Hagtøl frá verkætlanini vísa, at áhugin millum gentur fyri náttúruvísindi øktist.

Kjakið millum nógvu áhoyrararnir á norðurlendska tiltakinum í Brússel ”Women and STEM” var lívligt og vísti, at tað er neyðugt at økja tilvitanina um, hví so fáar kvinnur starvast innan STEM-yrkir.

   

Kelda (myndir): The Finnish Cultural Institute for the Benelux