At læra um jarðfrøði kann bæði vera stuttligt og spennandi. Her á síðuni hava vit savnað nakað av tilfari, ið kann kveikja áhugan fyri kanningarferðum út í okkara náttúru og eisini svara nøkrum einføldum spurningum um grót og steinsløg. Eisini er ein partur um Føroya jarðfrøði, har ið greitt verður frá fláabygnaði og jarðfrøðisøguni. Somuleiðis nema vit við onnur spennandi jarð- og landafrøðilig fyribrigdi í føroysku náttúruni.