Føroyska jarðfrøðisøgan

Føroyar í dag eru bert leivdirnar eftir einum veldiga stórum basaltháslætta, ið varð bygdur upp við eldgosum fyri umleið 55 miliónum árum síðan. Samanlagt eru basaltfláirnar meira enn 6 km tjúkkar, har av tríggir í dag stinga upp úr sjónum, meðan restin er undir. Millum eldgosini, sum hvørt sær bygdu upp eina tjúkka ella fleiri tynri basaltfláir, vóru styttri ella longri steðgir, og tá hava planturøtur og vatn, veður og vindur í størri ella minni mun tært og matað niður í og oman av hellubotninum, so ovasti parturin av nógvum fláum er merktur av tæringi, meðan leyst jørðildi, leirur, sandur og eyrur og sumstaðni onkur kolaeygu kunnu síggjast millum summar av basaltfláunum. Tá tað næsta eldgosið kom, byrjaði tað stundum við ein brest og slongdi gosøsku upp í loft, sum síðan varð borin við vindinum og legðist oman á jørðina, áðrenn hon varð huld undir tí rennandi grótbræðingini. Tílíkt tilfar millum basaltfláirnar nevna vit ofta undir einum fyri royðugrót, hóast hetta heiti strangt tikið einans fevnir um harðnaða gosøsku. Prestalsfylkið ber boð um ein serliga langan steðg við nógvum gróðri, t.d. frumskógi.

Upprunaliga lógu basaltfláirnar vatnrættar, men tær eru seinni koppaðar, so tær nú halla móti eystri. Tey seinastu umleið 2½ milliónir árini hava nógvar ístíðir verið, har jøkulsísurin hevur máað og brýnt háslættan niður og skapt teir dalar, fjøll, firðir og sund, sum í dag eyðkenna Føroyar.

Føroyska fláarøðin

Jarðfrøðiligu fláarøðina býta vit yvirskipað upp í fylki, ið eru soleiðis háttað, at til ber at kortleggja tey, tí hvørt fylki hevur nøkur serlig eyðkenni, sum gera, at tey kunnu kennast aftur yvir long strekki og tvørtur um firðir og sund. Av tí at fláirnar upprunaliga vórðu bygdar hvør oman á aðra, liggur tað elsta fylkið niðast og tey yngru omaná. Størsti parturin av fláarøðini fevnir um basaltfláir frá teimum skiftandi eldgosunum, men gróttilfarið í onkrum fylki er legugrýti (leirur, sandur, eyrur og kol), t.d. í Prestalsfylkinum (kolalindini). Smærri jarðfrøðiligar eindir kunnu vera í einum fylki, t.d. er Kvívíkslindin partur av Malinstindsfylkinum.

Innskot eru frá tíðini meðan og eftir, at høvuðsfláarøðin varð bygd upp. Tey eru frá basaltbræðingum, sum spríktu innan úr jørðini og trongdu seg inn ímillum verandi fláirnar og storknaðu har. Innskot, ið venda meira ella minni upp og niður og skera seg ígjøgnum hinar fláirnar, nevna vit gongir. Liggja tey meira ella minni javnar við (inn ímillum) hinar fláirnar, nevna vit tey syllar. Ein triði bólkur er tey óregluligu innskotini. Tey finnast hvørt um annað í Prestalsfylkinum og Hvannhagafylkinum (gosmyrjuni).