Hvat er eitt grótslag?
Eitt grótslag er sett saman av einum ella fleiri mineralum, og hvørt grótslag hevur sína eyðkendu samanseting. Grótsløg kunnu býtast upp í tríggjar høvuðsbólkar: Gosgrýti, legugrýti og umskapað grótsløg. Í Føroyum eru einamest gos- og legugrýti at finna. Legugrýti kenna vit eisini sum royðugrót, meðan gosgrýti í vanligari talu verður rópt lava ella basalt.

Gosgrýti
Er grót, ið er stadnað úr eini grótbræðing (magma), antin spakuliga innan í jørðini (djúpgrýti og innskotið grót) ella skjótt oman á jørðini (daggrýti). Meðan ein grótbræðing oman á jørðini enn er flótandi, verður hon nevnd lava. Gosgrýtið í Føroyum er basalt, sum er myrkt á liti og er samansett av steinsløgunum plagioklas (feldspatt), olivin og pyroksen umframt øðrum. Vit skilja vanliga millum trý sløg av basalti, blágrýti, feldspattbasalt og olivinbasalt.

Legugrýti
Er vanligasta grótslagið á jarðarýtuni. Tað verður til, tá ið tæring og máan brýtur niður grót í smáar grót- og steinmolar, ella tá plantur følna. Sum frá líður, og meira tilfar legst omaná, verður leysur sandur, leirur, mógvur o.a. til fast grót, nú nevnt legugrýti. Í Føroyum hava vit kol, leirgrýti og royðugrót sum dømi um legugrýti.

grotslog