poknugrot_tekningPoknugrót
Meðan grótbræðingin enn er innan í jørðini, er hitin og trýstið so mikið høgt, at ymisk sløg av gassi eru upployst í bræðingini. Tá so bræðingin kemur upp úr jørðini við einum eldgosi, lækka bæði trýst og hiti skjótt, og gasssløgini (t.d. CO2 og H2O) verða úrskild. Hetta kann samanberast við sodavatn: ongar bløðrur eru, fyrr enn fløskan verður trekt upp, men tá fer at brúsa.  Summar poknur í grótinum eru tómar, meðan aðrar eru heilt ella lutvíst fyltar.

Mandlugrót
Mandlugrót er sum poknugrót, munurin er, at poknurnar eru fyltar við tinnum. Vanliga eru poknurnar fyltar við soðsteinum, kvartssteinum ella øðrum tilkomnum steinsløgum, sum við tíðini eru úrskild, eftir at grótið er stadnað.
Á myndini til høgru síggjast poknutinnur úr kalsitti >

Pípuponkur
Tá ein basaltbræðing floymir út yvir lendið, stadnar hon so mikið skjótt í botninum, at bløðrur verða frystar fastar so hvørt, sum tær verða til. Tað sama hendir, tá vatn verður fryst, og langar bløðrur geisla móti miðjuni á einum ísterningi.
Á myndini til høgru síggjast pípupoknur við eitt flámark. Tað er aloftast beint yvir einum tílíkum flámarki, at pípupoknurnar eru at finna >

Lavabørkur
Tá ein grótbræðing (lava) floymir út yvir lendið og kólnar, gerst hon fyrst tjúkk sum greytur, áðrenn hon stadnar til fast grót. Skorpan gerst rukkut og kann minna um børkin oman á greyti, tá hann kókar
spakuliga. Hetta nevnist lavabørkur. Lavabørkur verður til og sæst oftast oman á fláum, men tað ‘negativa’ mynstrið kann sumstaðni finnast á undirmarkinum á eini flógv, sum upprunaliga hevur
runnið út yvir ein lavabørk.
< Á myndini til vinstru sum er tikin í Vestmanna, vísir hvíti pílurin hvønn veg, bræðingin hevur runnið.

Stabbagrót
Tá ein grótbræðing floymir út yvir lendið, stadnar og kólnar, tódnar hon eitt sindur. Um hon stadnar skjótt, støkkur grótið sundur í stabbar frá botninum og uppeftir (hornrætt á køliflatan, sum er lendið undir). Stabbarnir kunnu vera regluligir sekshyrningar, men fimm- ella sjeyhyrningar finnast eisini. Stabbarnir gerast vanliga meira óregluligir uppi í eini flógv. Stabbar síggjast eisini tvørliggjandi í
gongum, tí ein gong vendir upp og niður og er kólnað frá báðum síðunum. Tílíkt gongsgrót nevnist tvørgrýti.
< Á myndini omanfyri síggjast stabbar í fjøruni við Kúlugjógv í Froðba.

Steinrenningar
Steinrenningar eru varðveittar leivdir frá livandi verum ella spor frá teimum. Dømi um steinrenningar her hjá okkum eru bløð, ið eru varðveitt í royðugróti. Viðarbular eru sumstaðni varðveittir í kolinum, men eisini innan í summum basaltfláum eru tekin um, at lavan hevur tikið viðarbular og kolað teir upp, so bara eitt hol er eftir.