Hvat er eitt steinslag?

Eitt steinslag (mineral) er eitt natúrliga íkomið, ólívrunnið fast evni við ávísum evnafrøðiligum formli og einum eyðkendum krystallskapi. Flestu steinsløgini eru samansett av eiri frumevnum, eitt nú Si, Mg, Al, O, Fe. Tó finnast steinsløg sum gull (Au), diamantur (C), kopar (Cu), ið einans eru gjørd av einum frumevni. Olivin hevur formilin (Mg, Fe)2SiO4. Steinsløg kunnu greinast og navngevast við einfaldum eyðkennum sum liti, herðu, skini o.s.fr., men verða eisini greinað nærri við t.d. sjóneykum, evnafrøðiligum kanningarhættum. Teir fysisku eginleikarnir hjá steinsløgunum eru tætt knýttir at evnafrøðini, og hvussu grundevnini sita í sonevndu krystallgrindini ella -rimarverkinum.

Upprunasteinsløg og tilkomin steinsløg
Steinsløg, ið vaksa (krystallisera) beinleiðis úr grótbræðingini, verða nevnd upprunasteinsløg. Í Føroyum eru upprunasteinsløgini feldspatt, olivin, pyroksen, magnetitt og ilmenitt. Nógv onnur steinsløg eru í føroyskum basalti, men tey eru umgjørd upprunasteinsløg ella úrskild í rivum og poknum burtur úr vatni, sum er seyrað gjøgnum grótið.

Kvartssteinar
Kvartssteinar eru ein serligur bólkur, har øll steinsløgini eru evnisliga samansett sum kisilsúrni (SiO2). Hóast hetta hava steinsløgini sera ymiskt skap og útsjónd. Bjargkrystallur er einasti kvartssteinurin við veruligum krystallum, hann veksur í sekskantaðum strýtum. Kalcedon, opalur, agat og jaspis eru kvartssteinar, sum eru skapleysir.

Soðsteinar
Soðsteinar (zeolittar) eru úrskildir burtur úr vatni, sum hevur runnið gjøgnum rivur og poknur í grótinum, tá tað enn var heitt. Soðsteinarnir eru evnisliga nær skildir, men í skapi eru teir sera ymiskir. Mest vanligu soðsteinarnir eru mesolitt, stilbitt og chabasitt. Í Føroyum eru eini 15 sløg av soðsteini, og eru teir høgt í metum hjá mineralsamlarum, ið stundum vitja Føroyar fyri at finna hesar.

Onnur steinsløg
Nógv onnur steinsløg eru vanlig í basaltinum, t.d. pyritt, sum er ein suld, og grønjørð sum er eitt av nógvum leirsteinsløgum. Kalsitt er somuleiðis at nna í poknum og størri holum í basaltinum. Eisini eru onkur steinsløg úr reinum grundevnum, t.d. kopar.

steinslog4

At kenna steinsløg

Krystallskap
Hóast krystallskapið í teimum ymsu steinsløgunum kann bólkast í einans 7 fylki eftir ávísari symetri, hava steinsløg hvør sítt serstaka vakstrarkap; tey kunnu vera stabbut, kornut, nálaskapað, trevjut, strýtuskapað, plátuskapað o.s.fr. – onkur steinsløg eru skapleys.

Litur
Hvørt steinslag hevur sín serliga lit. Ofta eru smáar nøgdir av ymiskum fremmandum grundevnum blandað upp í, sum geva ymiskar litir. Eisini kann eitt tunt jaður av onkrum fremmandum tilfari sita á yviratuni, sum gevur ein falskari lit.

Strikulitur
Liturin, sum eitt steinslag hevur, tá tað verður knúst, nevnist strikuliturin. Hann kann síggjast við at draga steinin eftir einari porselensplátu og hjálpir til at kenna  steinslagið.

Kloyving
Nógv steinsløg kunna kloyvast. Onkur teirra kloyvast bara ein veg, onnur tveir ella tríggjar vegir. Kloyvingin kann vera reglulig ella óreglulig, og vinkulin millum kloyvingsvegirnar kann eisini vera ymiskur alt eftir, hvat steinslagið er. Kloyvingin sæst sum beinar rivur í krystallinum.

Brot
Tá ið steinsløg brotna uttan at kloyvast, kann brotið verða ymiskt; ójavnt, stabbut, skeljut ella splintrut.

Skin

Skinið sigur nakað um, hvussu ljós verður kastað aftur av einum krystalli. Dømi upp á skin eru m.a. metal-, glas-, diamant-, silki-, perlu- ella feittskin. Summi steinsløg skína ikki og eru matt.

Gjøgnumskygni
Gjøgnumskygni er treytað av, hvussu ljós ferðast gjøgnum eitt krystall. Onkur teirra eru gjøgnumskygd soleiðis, at tað ber til at síggja ígjøgnum tey. Onnur eru kám, tá kann bara litur síggjast ígjøgnum, og nøkur eru ógjøgnumskygd, soleiðis at einki ljós sleppur ígjøgnum.

Evnistyngd
Steinsløg viga ymiskt, flestu ljósu steinsløgini hava eina evnistyngd umleið 2,7, meðan nógv myrk steinsløg hava evnistyngd yvir 3. Málmsteinar eru serliga tungir við evnistyngd um 4 ella meir, meðan soðsteinar eru lættari enn flestu onnur steinsløg – við evnistyngd á umleið 2.

Herða
Herðan á einum steinslagi verður kannað við at skava við negl, knívi ella einum øðrum steinslagi. Sonevndi Mohstigin hevur tíggju útvald steinsløg. Eitt steinslag við einum hægri stigartali er harðari og kann skøva í øll tey, sum hava eitt lægri tal.