Kvartssteinar eru ein serligur bólkur, har øll steinsløgini eru evnisliga samansett sum kisilsúrni (SiO2). Hóast hetta hava steinsløgini sera ymiskt skap og útsjónd. Bjargkrystallur er einasti kvartssteinurin við veruligum krystallum, hann veksur í sekskantaðum strýtum. Kalcedon, opalur, agat og jaspis eru kvartssteinar, sum eru skapleysir.

Bjargkrystallur
Bjargkrystallur er ein klárur litleysur kvartskrystallur, sum er at finna mangastaðni í Føroyum. Oftast eru krystallirnir smáir og sita á poknu- og rivuveggjum í gróti, har teir eru úrskildir úr vatni. Kvarts er úr kisil og ilt (SiO2), sum samstundis eru tey tvey vanligastu grundevnini á jørðini.

bjargkrystallur_tekningKloyving: Skeljut brot
Herða: 7
Litur: Litleysur og kann hava litbrigdi
Evnistyngd: 2,6
Krystallfylki: Sekshyrnt
Skin: Glas
Annað: Líkist kalsitt, men harðari

Kalcedon
Kalcedon er úr ørsmáum kvartskrystallum og verður vanliga nevnd grátinna ella eldtinna, tí neistar koma frá, tá tvær tinnur verða slignar móti hvørji aðrari (áður nýtt at kneikja eld við). Kalcedon verður úrskilt úr vatni í basaltinum og er oftast at
finna í smáum holum og poknum. Krystallskapið er dult, men ofta sæst eyðkenda kúluskapaða vakstrarlagið (sí tekning til høgru). Kalcedon kann finnast bæði í føstum gróti og leysgrýti.

kalcedon_tekningKloyving: Skeljut
Herða: 7
Litur: Klárur og hvítur/gráur
Evnistyngd: 2,6
Krystallfylki: Einki
Skin: Matt
Annað: Kúluskapað vakstrarlag

Opalur
Opalur er ikki so harður sum hini kvartssteinsløgini og hevur einki krystallskap, men skeljut brot. Opalar innihalda upp til 20% vatn. Vanligi opalurin í Føroyum verður nevndur mjólkaropalur og er oftast hvítur, gulur, brúnur ella grønur og kámur. Dýrmettir opalar eru sera sjáldsamir, og kennast teir á vakra litspælinum (sí mynd).

opalur_tekningKloyving: Skeljut og ójøvn
Herða: 5,5
Litur: Mjólkarhvítur, kann hava litbrigdi
Evnistyngd: 2,0 – 2,2
Krystallfylki: Einki
Skin: Glas til matt
Annað: Eldopalur er eldreyður og gjøgnumskygdur

Agat
Agat er eitt frábrygdi av kalcedon (kvarts) við ymiskum liti og klárheit; hetta sæst sum strípur. Grundin til, at agat skiftir lit, er at ymisk litevni, so sum jarn, verða úrskild saman við kisilinum. Agat verður nýtt til prýðislutir. Onyx líkist agat, men tinnulindirnar eru beinar. Mosaagat og sardyonyx eru meira sjáldsom fyribrygdi av kvarts.

agat_tekningKloyving: Skeljut
Herða: 7
Litur: Klárur og hvítur/gráur
Evnistyngd: 2,6
Krystallfylki: Einki
Skin: Matt
Annað: Ofta nýtt til prýðislutir

Jaspis
Jaspis er eitt annað frábrigdi av kalcedoni við døkkum reydligum ella grønligum liti. Reyði liturin kemur av smáum nøgdum av jarnsteinslagnum hematitt. Jaspis er sera væl egnað til prýðislutir

jaspis_tekningKloyving: Skeljut
Herða: 7
Litur: Reyður/brúnur og grønur
Evnistyngd: 2,6
Krystallfylki: Einki
Skin: Matt
Annað: Ofta nýtt til prýðislutir