Nógv onnur steinsløg eru vanlig í basaltinum, t.d. pyritt, sum er ein suld, og grønjørð sum er eitt av nógvum leirsteinsløgum. Kalsitt er somuleiðis at finna í poknum og størri holum í basaltinum. Eisini eru onkur steinsløg úr reinum grundevnum, t.d. kopar.

Pyritt
Pyritt er eitt sokallað tilkomið steinslag, ið merkir, at tað ikki upprunaliga var partur av basaltinum, men er seinni úrskilt. Pyritt verður eisini nevnt krákugull, tí tað líkist gulli, og kráku líkar alt, ið glitrar. Pyritt er messinggult á liti, krystallskapið er terningur ella oktaetur, men er ikki altíð sjónligt. Pyritt inniheldur nógv jarn og er tungt, men ikki magnetiskt.

Kloyving: Ójøvn, skjeljut
Herða: 6,5
Litur: Messing
Evnistyngd: 5
Krystallfylki: Regluligt
Skin: Metal
Annað: Svartur strikuliturrot

Seladonitt (grønjørð)
Seladonitt, eisini nevnt grønjørð, er vanligt steinslag í Føroyum. Seladonitt er eitt av mongum tilkomnum leirsteinsløgum í basalti, og liturin er ljósur til myrkagrønur. Tað sæst ofta sum poknu- ella rivufylla, sum losnar, tá kletturin morlast. Vanligt er eisini, at poknutinnur hava grønjørð uttaná. Seladonitt er bleytt og kann skavast við neglini.

Kloyving: Góð kloyving
Herða: 2
Litur: Grønur
Evnistyngd: 3
Krystalskap: Einhalt
Skin: Matt
Annað: Grønur, klárur strikulitur

Kalsitt (kálkspatt)
Kalsitt, eisini nevnt kálkspatt, er kalsium-karbonat (CaCO3) og sæst í náttúruni sum kálksteinur og marmor, men eisini livandi verur gera sær kalsittskeljar, eitt nú kræklingur, korallir og onnur skeljadjór. Í basalti er kalsitt eitt av mongum tilkomnu steinsløgum. Krystallskapið er vanliga skákterningur sum á chabasitt, men skeivari. Mong onnur krystallskap koma eisini fyri. Eitt eyðkenni er, at tað rýkur, tá køld tynt sýra verður dryppað á. Klárar kalsitttinnur býta ljós í tvey (dupultspatt).

Kloyving: 3 vegir á 74 gradir
Herða: 3
Litur: Lituleysur, kann hava ljósan hjálit
Evnistyngd: 2,5
Krystallfylki: Tríhalt
Skin: Glas
Annað: Hevur dupult ljósbrot