Steinsløg, ið vaksa (krystallisera) beinleiðis úr grótbræðingini, verða nevnd upprunasteinsløg. Í Føroyum eru upprunasteinsløgini feldspatt, olivin, pyroksen, magnetitt og ilmenitt. Nógv onnur steinsløg eru í føroyskum basalti, men tey eru umgjørd upprunasteinsløg ella úrskild í rivum og poknum burtur úr vatni, sum er seyrað gjøgnum grótið.

Feldspatt (Plagioklas)
Feldspatt er heitið á einum tí mest vanliga bólkinum av steinsløgum á jørðini, og tað slagið av feldspatt, sum nevnist plagioklas, er somuleiðis tað mest vanliga steinslagið í basalti. Oftast sæst feldspatt sum ítinnur, og liturin kann bæði vera gráligur, hvítur ella reydligur. Feldspattítinnur hava ofta skap sum flakar ella smáar nálir og kunna vera upp í 3 cm stórar. Reglulig brot eru vanlig, sí tekning.

feldspatt_formul2Kloyving: Kloyvist tveir vegir á 90°
Herða: 7
Litur: Gráhvítur til bláligur
Evnistyngd: 2,7
Krystallfylki: Tríhalt
Skin: Glas ella perlu
Annað: Eyðkent, regluligt brot

Pyroksen (Augitt)
Pyroksen er eisini eitt høvuðssteinslag í føroyska basaltinum. Pyroksenkrystall eru áttahyrntar prismur, ið kloyvast tveir vegir, hornrætt – sum víst á tekningini høgrumegin. Heitið pyroksen fevnir um ein bólk av steinsløgum, sum øll líkjast evnaliga. Vanligasta slagið í Føroyum nevnist augitt, sum er myrkagrønt ella svart á liti.

pyroksen_tekning1Kloyving: Kloyvist tveir vegir á 90 gradir
Herða: 5-6
Litur: Myrkagrønur til svartur

Evnistyngd: 3,3
Krystallfylki: Einhalt

Skin: Glas
Annað: Kann verða nýtt sum
prýðissteinur

Olivin
Olivin verður bólkað saman við høvuðssteinsløgunum í basalti, hóast tað sjáldan eru meira enn 5% av olivini í basaltinum. Olivin er oftast fløskugrønt ella gulligt og skínur sum glas. Tað sæst sum ítinna í olivinbasalti. Í øðrum basaltsløgum eru krystallini so smá, at tey ikki kunnu skiljast uttan við sjóneyku. Olivin verður nýtt sum prýðissteinur og kallast tá peridot.

olivin_tekning1Kloyving: Skjelkut
Herða: 7
Litur: Grønur til gulur
Evnistyngd: 3,3
Krystallfylki: Rætthyrnt
Skin: Glas
Annað: Glaskent fløskugrønt steinslag

Magnetitt
Magnetitt, eisini nevnt magnetjarnsteinur, er partur av høvuðssteinsløgunum í basalti. Serligt við hesum svarta, jarnríka steinslagi er, at tað er magnetiskt (sum navnið sipar til) og kann tí lættliga kennast við einari magnet. Magnetittkorn í basalti eru vanliga so smá, at tey einans kunnu síggjast í sjóneyku. Inniheldur grót nógv magnetitt, gerst alt grótið, sum tað er,
magnetiskt. Eitt líknandi svart steinslag, ilmenitt, er eisini vanligt í føroyskum gróti, men tað er ikki magnetiskt.

magnetitt_tekning1Kloyving: Ójøvn
Herða: 6
Litur: Myrkagráur til svartur
Evnistyngd: 5,2
Annað: Magnetiskt og hevur svartan strikulit
Skin: Metal, men ofta kámt