27. juli 2015 boðaði Statoil vegna loyvishavararnar í leitiloyvi 008 frá, at tey lótu loyvið inn aftur.

Leitiloyvi 008 varð latið í 2005. Í 2014 varð brunnurin 6104/25-1, eisini nevnt Súla/Stelkur leitimiðini, boraður við pallinum, West Hercules. Borað varð niður á 3.015 m. Spor av kolvetnum vórðu staðfest, men ikki rakstrarverdar nøgdir.

Loyvisøkið verður partur av økinum, ið fer at verða boðið út í komandi útbjóðingarumfari, sum ætlandi verður í 2017.

kort_3runda_large

Loyvishavarar í loyvi 008 vóru: Statoil (fyristøðufelag), DONG og OMV.