Heri Ziska og Óluva Reginsdóttir Eidesgaard frá Jarðfeingi hava saman við Paul Williamson (British Geological Survey) givið út grein um tulkingar og modelleringar av magnetiskum mátingum á føroyska landgrunninum.

Magnetiskar mátingar eru ein av mátunum, sum vanliga verða nýttir til at skilja djypru jarðfrøðina, men basalt hevur sera sterkar magnetiskar eginleikar, og tí hevur tað higartil ikki borið til at nýtt hesar dátur á føroyska landgrunninum.

Við at kalibrera tað, man veit frá mátingum á landi, við seismiskar tulkingar og nýta hetta sum part av modellum, hava rithøvundarnir megnað at skilt broytingar í basaltinum. Henda nýggja tulking er síðani kalibrerað við aðrar dátur, so sum við úrslit frá boringini “Brugdan”, refraktiónsseismiskar dátur (seismiskar dátur, ið primert siga nakað um, hvussu skjótt ljóðbylgjurnar ferðast í undirgrundini) og magnetotelluriskar dátur (dátur, sum siga nakað um, hvussu jarðarløg leiga elektriskan streym).

Úrslitið er, at jarðfrøðingarnir nú kunna nýta magnetisku dáturnar til m.a. at skilja, hví Brugdan rakti við nógv meir basalt enn upprunaliga mett. Eisini er nú møguligt at undirbyggja tær seismiskar tulkingar, sum vísa, at basaltið er sera tjúkt nærhendis og undir Føroyum, meðan tað er munandi tynri longri úti í Hetlandsrennuni, har vánirnar fyri at finna kolvetni í løtuni tykjast verða størstar.

Á ársins vísindavøku verður framløga um greinina við heitinum “Palaeomagnetisma; arvurin, sum lærir okkum um føroysku jarðfrøðina”.

Greinin sæst á: https://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/1365-2478.12834 (krevur login)