Tann 13. februar varð greinin “Seismic-stratigraphic constraints on the age of the Faroe Islands Basalt Group, Faroe-Shetland region, Northeast Atlantic Ocean” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Basin Research”.

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Martyn Stoker, University of Adelaide, Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, Morten Sparre Andersen, GEUS og Óluvu R. Eidesgaard, Jarðfeingi.

Ein enskur samandráttur av greinini sæst her: https://onlinelibrary.wiley.com/doi/abs/10.1111/bre.12348, meðan hald krevst fyri at síggja alla greinina.

Stutt kann sigast, at greinin viðger aldurin á basaltinum, ið hylur nærum alt tað føroyska økið. Hesin spurningur hevur verið nógv umrøddur millum jarðfrøðingar, ið hava arbeitt við føroysku jarðfrøðini seinastu umleið 15-20 árini, tá nýggjar kanningar vístu, at basaltið hevði lagt seg omaná føroyska økið í tíðarbilinum frá umleið 57 – 54,5 mió. árum síðani heldur enn í tíðarbilinum frá uml. 61 – 54,9 mió. árum síðani, sum kanningar áður hava víst.

Kanningar í hesi greinini eru gjørdar við støði í tulkingum av seismiskum dátum og boridátum, og niðurstøðan er, at basaltið hevur lagt seg omaná føroyska økið í einum tíðarskeiði upp á umleið 6 mió. ár og stuðlar tí upp undir fyrru kanningarnar (61 – 54,9 mió).

Fleiri upplýsingar um greinina kunnu fáast við at venda sær til Janu Ólavsdóttir.

 

Mynd úr greinini