17. mai í ár var skjøtul settur á fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting við Føroyar.  Hetta var gjørt á einum almennum føroyskum tiltaki, har Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, lat komandi útbjóðingarumfarið upp, og har nýggj og áhugaverd vitan var framløgd, sum er sprottin úr tí arbeiði Jarðfeingi saman við samstarvsfeløgum hava gjørt seinastu árini. Arbeiði, sum hevur ført við sær, at fleiri áhugaverd leitimið eru funnin á føroyska landgrunninum.

Harumframt vóru tær kjarnur, sum eru komnar upp frá millum 2000 og 3000 metrar undir havbotninum á landgrunninum, lagdar fram til fólk at síggja og lesa um. Aftaná var okkurt leskiligt at fáa.

Jarðfeingi er í løtuni við at kanna og tulka allar dátur umaftur fyri betur at skilja ta jarðfrøðiligu menningina av føroyska økinum. Um miðjan juni fara umboð fyri Jarðfeingi saman við umboðum frá samstarvsfeløgunum til London, har arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini, verður lagt fram fyri innbodnum oljufeløgum.

Sum partur av marknaðarføringini av fjórða útbjóðingarumfari hevur Jarðfeingi tikið lut í fleiri ráðstevnum kring heimin fyri at økja um áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska útbjóðingarumfarinum.

Dátugoymsla

Higartil eru boraðir 9 kanningarbrunnar, 3 vísindalig borihol, og meir enn 150 grunn borihol eru tøk í tí føroyska økinum. Harafturat eru heili 50.000 km av “speculative” 2D-seismikkdátum og 9.000 km2 av 3D “speculative” seismikkdátum goymdar á Jarðfeingi. Umframt hetta koma “proprietary” seismikkdátur.

Tyngdar- og magnetiskar dátur kunnu útvegast við seta seg í samband við Getech.

Undir fjórða útbjóðingarumfarinum

Fjórða útbjóðingarumfar lat upp 17. mai 2017 og letur aftur 17. februar 2018.

  • Dáturúmið er opið
  • Møguleiki er at síggja kjarnur frá undanfarnu boringunum.
  • Jarðfeingi vitjar á ymsum ráðstevnum kring heimin fyri at marknaðarføra fjórða útbjóðingarumfar, tit eru altíð vælkomin at vitja bás okkara.

Tíðarætlan

Útbjóðingarøkið í 4. útbjóðingarumfari

Djúpd frá teimum 9 boraðu brunnunum

Brunnur 6004/12-1 (Svínoy): 4288 m djúpur
Brunnur 6004/16-1 (Marjun): 4246 m djúpur
Brunnur 6005/15-1 (Longan): 4000 m djúpur
Brunnur 6004/17-1 (Marimas): 3797 m djúpur
Brunnur 6005/13-1 (William): 3351 m djúpur
Brunnur 6004/8a-1 (Anne-Marie): 3901 m djúpur
Brunnur 6104/21-1: (Brugdan): 4201 m djúpur
Brunnur 6104/21-2 T2: (Brugdan II): 4510 m djúpur
Brunnur 6104/25-1: (Súla/Stelkur): 3015 m djúpur