Innbjóðing at søkja um loyvi til oljuleiting – 4 útbjóðingarumfar

Vælkomin til fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir kolvetnum.

Sambært § 7(1), stk í løgtingslóg nr. 31 of 16 March 1998 um kolvetnisvirksemi, hereftir nevnd kolvetnislógin, lýsir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hervið eftir umsóknum um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyska landgrunninum. Økini, sum verða boðin út, og almennu treytirnar, ið verða settar loyvishavarum, eru ásett í løgtingslóg nr. 72 frá 28. februar 2017 fyri fjóðra útbjóðingarumfar.

Trýst her fyri at taka faldarin niður  >

Umsøkjarar
Loyvi kunnu veitast føroyskum partafeløgum ella útlendskum partafeløgum við deild skrásettari í Føroyum. Deildin skal verða skrásett í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at loyvið er veitt. Partapeningurin hjá partafelagnum skal í minsta lagi vera DKK 1.000.000. Feløg kunnu søkja um loyvi hvør sær ella saman. Í hesum skjali verður heitið “umsøkjari” eisini nýtt um samtøk av feløgum, sum søkja um loyvi saman.
Søkja fleiri feløg saman, skal ætlaða fyristøðufelagið upplýsast í umsóknini.
Fortreytir fyri at fáa loyvi
Loyvi verða sambært § 6 í kolvetnislógini bert veitt umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og
fíggjarorku. Tað er ein treyt fyri at fáa loyvi, at tað almenna fær innlit í virksemið. Umsøkjarar skulu eisini hava neyðugan
førleika í heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum.
Tað er ein treyt fyri at fáa loyvi, at virksemi loyvishavarans hevur fyrilit mótvegis fiskiskapi og verju av fiskastovnum. Tíðaravmarkingar fyri seismiskar kanningar v.m.
Samráðingarevni
Almennu treytirnar fyri loyvini eru ásettar í útbjóðingarlógini við tilhoyrandi standardloyvi. Jarðfeingi fer við støði í uppskoti frá umsøkjarunum at samráðast um hesar serstøku treytir fyri einstøku loyvini:
  • Arbeiðsskránna fyri einstaka loyvi
  • Tíðarætlanina fyri leitiskeiðið
Metingarstøði, tá loyvishavarar verða valdir
Fyri at tryggja, at føroyski landgrunnurin verður kannaður nágreiniliga, og at føroyskt vinnulív fær veruligar møguleikar
at taka lut í kolvetnisvirkseminum, fer dentur at verða lagdur á niðanfyri nevndu viðurskifti, tá loyvi verða veitt:
a) Jarðfrøðiligu fatanina og arbeiðsskyldurnar, sum umsøkjarin vil átaka sær fyri gjølla at kortleggja oljuvánirnar og leita eftir kolvetnum á økinum, sum verður fevnt av loyvinum, herundir um umsøkjarin vil átaka sær at gera leitiboringar.
b) Á hvønn hátt umsøkjarin vil arbeiða fyri at menna føroyskan vinnuførleika og tryggja veruligar møguleikar fyri luttøku í kolvetnisvirkseminum.
Í umsóknini skulu vera hesar upplýsingar í hesi raðfylgju
a) Navn og bústaður umsøkjarans umframt navn og bústaður hjá tí persóni, sum umboðar umsøkjaran mótvegis

myndugleikunum í Føroyum, meðan umsóknin verður viðgjørd. Søkja fleiri feløg saman, skal upplýsast hvussu stóran lut av loyvinum, einstøku feløgini átaka sær, og hvat av teimum er fyristøðufelag.

b) Umsóknarøkið lýst við landafrøðiligum krosstølum og avmarkað við breiddar- og longdarstigum víst við heilum  stigminuttum, og við ávísing til teigatøl.

c) Uppskot um arbeiðsskyldurnar, ið umsøkjarin vil átaka sær fyri gjølla at kortleggja oljuvánimar og leita eftir kolvetnum á umsóknarøkinum, og um tíðarætlanina fyri virkseminum.

d) Uppskot um hvussu umsøkjarin vil tryggja veruligar møguleikar fyri føroyskari luttøku, herundir menning av vinnuførleika, í kolvetnisvirkseminum.

e) Í fylgiskjali 1 skal vera ein samandráttur av umsóknini.

f) Í fylgiskjali 2 skal vera ein jarðfrøðilig meting av økinum, sum søkt verður um.

g) Í fylgiskjali 3 skulu vera upplýsingar og uppskot í sambandi við føroyska luttøku í kolvetnisvirkseminum.

h) Í fylgiskjali 4 skulu vera partafelagsupplýsingar.

i) Í fylgiskjali 5 skulu vera upplýsingar um førleika og royndir umsøkjarans viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi.

Jarðfeingi tilskilar sær rætt at krevja ískoytisupplýsingar.

Upplýsingarnar, sum verða givnar í umsóknini, herundir fylgiskjølunum, verða viðgjørdar í trúnaði, jvb. í hesum sambandi § 21 í standardloyvinum.

Umsóknir eiga í mesta lagi at vera 10 síður, fylgiskjøl ikki íroknað.

Umsóknirnar, herundir fylgiskjølini, kunnu vera á føroyskum ella enskum máli.

Umsøkjarar kunnu við at venda sær til Jarðfeingi fáa
1. hornakrosstølini fyri útboðsøkið
2. leiðreglur fyri at gera omanfyri nevndu fylgiskjøl
3. útbjóðingarlógina við viðmerkingum
4. standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
5. standard forkanningarloyvi

Tíðarfreistir

Umsóknir um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi
17 February 2018 kl 12.00

Umsóknirnar skulu latast til:

Jarðfeingi
Postbox 3059
FO-110 Tórshavn

Føroyar

Ella sendast við telduposti til: application4round@jardfeingi.fo

Ágáva:

Fyri viðgerð av umsókn um hvørt loyvi sær verður kravd ágava uppá DKK 50.000.
Ágávan verður goldin Jarðfeingi kostnaðarfrítt á konto hjá:

Jarðfeingi:
P/F Bank Nordik
SWIFT FIFBFOTX
acc. no 6460-2600058
IBAN FO31 6460 0002 6000 58
(ref. FEE 142571-2520-0700-0100)
Bústaður:
Føroya Gjaldstova
Kvíggjartún 1
FO-160 Argir
Føroyar
Avrit av kvittan fyri, at ágávan er goldin, skal vrea hjáløgd umsóknini

Ymiskt

Verður loyvi veitt fleiri feløgum saman, skal samstarvsavtala um tað av loyvinum fevnda virksemið gerast ikki seinni enn 90
dagar eftir, at loyvið er veitt. Landsstýrismaðurin kann krevja, at avtalan verður broytt í nærri ásettan mun, jvb. § 17 í

standardloyvinum.

Innan 30 dagar eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin veita trygd fyri, at hann kann lúka allar skyldur, sum liggja á honum sambært loyvinum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna trygdina og kann krevja broytingar, jvb. § 25 í standardloyvinum. Innan tríggjar mánaðir eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin leggja eina ætlan fyri landsstýrismannin til góðkenningar, um hvussu og hvar virksemið á landi verður skipað í leitiskeiðnum, jvb.§ 16, stk. 2 í standardloyvinum.

Gjørt verður vart við, at fyristøðufeløg skulu hava hóskandi útgerð til at basa oljulekum, meðan borivirksemi fer fram. Sambært § 7, stk. 3 í kolvetnislógini kann landsstýrismaðurin lata vera við at ganga innkomnum umsóknum á møti.

Økið fyri 4 útbjóðingarumfar

Tak shapefíluna niður her!