Eitt forkanningarloyvi gevur rætt at gera ymiskar jarðfrøðiligar kanningar, ið verða nýttar sum grundarlag fyri seinni leitingum eftir og møguligari framleiðslu av olju og jarðgassi.

Eitt forkanningarloyvi kostar 75.000 kr. árliga. Har afturat tekur Jarðfeingi eitt umsitingargjald – 10.000 kr. – fyri viðgerðina av hvørjari umsókn.

Forkanningarloyvið gevur ikki rætt til at útvinna olju ella gass. Jarðfeingi fær avrit av øllum kanningarúrslitum til viðgerðar og varðveitslu.

Fyri sum minst at órógva gýtingarstovnarnar og fiskiveiðu eru seismiskar kanningar á havøkinum kring Føroyar avmarkaðar til ávís tíðarskeið á árinum.

Eitt føroyskt fiskiveiðiumboð skal vera umborð á øllum kanningarskipum. Uppgávan hjá umboðnum er at samskifta við fiskiskip og myndugleikar fyri at tryggja, at kanningarvirksemið fer fram við hóskandi atliti til annað virksemi á økinum.

Jarðfeingi kann vísa kanningarfeløgunum á skikkað fiskiveiðiumboð.


Leiðbeining til at søkja um forkanningarloyvi

Forkanningarloyvi krevst áðrenn farast kann undir jarðalisfrøðiligar og jarðfrøðiligar kanningar við atliti at leiting eftir kolvetnum í Føroyum ella á føroyskum frálandaøki. Jarðfeingi er loyvismyndugleiki við løgtingslóg nr 31 frá 16.mars 1998, broytt við løgtingslóg nr 52 frá 26.mai 2010.

Feløg, ið ynskja eitt forkanningarloyvi, verða biðin um at vera varug við niðanfyristandandi:

1. Umsóknir skulu sendast til:
Jarðfeingi
Postsmoga 3059
Brekkutún 1
FO-110 Tórshav

Telefon: 35 70 00
jardfeingi@jardfeingi.fo

2. Umsøkjarar skulu gjalda umsóknargjald uppá kr. 10.000, áðrenn Jarðfeingi fer undir at viðgera eina umsókn. Jarðfeingi sendir rokning.

3. Í umsókn um forkanningarloyvi eiga m.a. at vera hesar upplýsingar:

  • økið, ið ætlanin er at kanna (knattstøðulinjur o.a.)
  • ábending um nær kanningarnar verða gjørdar
  • kanningarhættir og útgerð, ið verður nýtt
  • skip, ið verða nýtt, herundir hjálparskip, og tjóðskapur teirra

4. Ikki seinni enn 15 dager eftir at rokning er móttikin, skal loyvisgjald uppá kr 75.000 gjaldast.

5. Eitt forkanningarloyvi er galdandi í eitt ár frá tí degi, tað er veitt, og gevur loyvishavaranum rætt til at gera vísindaligar kanningar (seismiskar, magnetiskar og gravimetriskar kanningar, jarðfrøðiligar royndartøkur o.s.fr.)



6. Loyvishavarar, sum gera kanningar á frálandsøkinum, hava skyldu at hava eitt fiskiveiðiumboð umborð á kanningarfarinum. 

Fiskiveiðiumboðið hevur ábyrgdina av øllum samskifti við fiskifør og fiskiveiðumyndugleikar á landi. 

Ynskir ein loyvishavari, at eitt hjálparskip skal arbeiða saman við kanningarskipinum, skal hetta vera týðiliga tilskilað í fráboðanarblaðnum. Hetta sleppur tó ikki loyvishavaranum undan at hava eitt fiskiveiðiumboð umborð á antin kanningarskipinum ella hjálparskipinum.

7. Í forkanningarloyvinum eru ásetingar um skyldu fyri loyvishavarar at lata Jarðfeingi frágreiðingar og upplýsingar. Jarðfeingi hevur skyldu at halda hesar upplýsingar í trúnaði í loyvinum ásett áramál, og í hesum tíðarskeiðinum eru upplýsingarnar undantiknir føroyskari lóggávu um alment innlit.

8. Føroyskir myndugleikar vilja fegnir, at loyvishavarar eru tilreiðar at seta føroyingar í starv og at geva føroyskum fyritøkum møguleikar fyri í kapping við aðrar at veita vørur og tænastur, t.d. hjálparskip, í sambandi við útinning av virksemi sambært forkanningarloyvinum.

Forkanningarloyvi