Eitt av endamálunum við at fara undir oljuleiting á føroyska landgrunninum var at geva føroyskum fyritøkum møguleika at breiðka sítt virkisgrundarlag við at luttaka í tí virksemi, sum stóðst av oljuvinnuni. 



Oljuvinnan er eitt nýtt vinnuøki á okkara leiðum, og tí var eisini neyðugt, at førleikin hjá føroyingum varð tillagaður krøvunum, sum oljuvinnan setir. 

Tí vóru tvær høvuðstreytir settar loyvishavarunum í samband við føroyska luttøku:

  • føroyingar skulu hava veruligan møguleika at bjóða uppá veitingar til oljufeløgini
  • oljufeløgini skulu seta pening av til at menna vinnuliga førleikan hjá føroyingum

Settar vórðu tilsamans 85 mió. kr. av til vinnuliga førleikamenning í loyvisskeiðinum, tvs. fram til august 2006. 

Føroysk luttøka 
Sambært grein 11 í loyvunum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum skulu loyvishavararnir geva føroyskum fyritøkum møguleika fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við leitivirksemi.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt mannagongd í sambandi við føroyska luttøku. Endamálið við mannagongdini er at stuðla oljufeløgunum í at finna føroyskar veitarar og at geva føroyskum fyritøkum atgongd til upplýsingar um virksemi hjá oljufeløgunum. Harumframt skulu mannagongdirnar nýtast í arbeiðinum hjá Jarðfeingi at kanna hvørt loyvishavararnir fylgja treytunum í grein 11.

Sí Mannagongdir fyri føroyska luttøku (Tak pdf. niður)

Vinnulig førleikamenning.
Sambært grein 13 í loyvunum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum skulu loyvishavararnir stuðla hægri ástøðiligari og verkligari útbúgving. Peningurin skal nýtast til verkætlanir, sum eru vinnufremjandi. Tað er ikki eitt krav, at virksemið skal vera knýtt at oljuídnaðinum. Stuðul kann eisini gevast til aðra vinnuliga førleikamenning. 

Við vinnuliga førleikamenning verður hugsað um, at verkætlanin, sum fær stuðul, skal vera fremjandi fyri eina vinnu sum heild ella fyri eina ávísa fyritøku.

Upplýsingar sum m.a. lýsa, hvørji krøv verða sett stuðulsmóttakarum, finnast í Leiðreglur í samband við stuðul frá loyvishavarum til vinnuliga førleikamenning.

Sí Leireglur fyri stuðul frá loyvishavarum til vinnuliga førleikamenning (Tak pdf. niður)