Innovativt loyvi

Tað nýggja innovativa loyvi er smidligari enn gamla loyvi. Eitt loyvi kann deilast upp í Byrjanarskeið, Annað skeið og triðja skeið. Ein umsøkjari kann skjóta upp hvussu tíðarlongdin skal vera fyri tey ymisku skeiðini.

Byrjanarskeiði kann býtast upp í 3 stig (A, B og C), har arbeiðsprogrammi er deilt upp soleiðis:

  • Stig A er at greina verandi data í leitiøkinum.
  • Stig B er til at innsavnað nýggj data, t.d. nýggjan seismikk og aðrar dátur.
  • Stig C er til at bora ein ella fleiri leitibrunna.

Stig A og B eru valfrí og eru sett eftir hvat umsøkjarin ætlar. Hvørt arbeiðsprogramm má hava minst eitt Stig C.

Fyri at koma víðari til næsta stigi skal arbeiðsprogrammi fyri undanfarandi stig vera gjøgnumført. Og harafturat skal umsøkjarin kunnu vísa á fíggjarliga og tekniska førleikar áðrenn byrja verður uppá Stig C.

Í serligum føri har umsøkjarin ikki skjýtur upp at gera nakrar kanningar av data í økinum, men skjýtur upp at byrja við annað skeið, kann loyvi vera givið uttan byrjanarskeiði, hetta verður kallað “Beinleiðis til annað skeið”.

Read more about the licences in the Technical Guide, provided as a pdf below.