Ráðstevna um vísindi til skúlar verður í París og á Versailles Universiteti 23. og 24. mai 2019

Hvussu styrkja vit okkara innlit í veðurlagsbroytingar og arktisk vísindi, so undirvísing og miðlan vekir tilvitan hjá skúlanæmingum?

Kom og hoyr úrslitini frá EduArctic-verkætlanini, har vísindafólk, embætisfólk, fólkaskúla- og miðnámslærarar úr øllum Evropa greiða frá: Hvussu kunnu vísindaumhvørvi og skúlaverk vera við til at kveikja hvørt annað.

Framløgur eru úr Føroyum og øðrum londum í Evropa:

  • Yngva S. Lamhauge og Niklas F. Joensen, næmingur og lærari úr Eysturskúlanum greiða frá hennara innovativu app, sum er eitt spæl til ung um arktis
  • Lis Mortensen, Jarðfeingi, greiðir frá kapping og arktiskari kanningarferð í Føroyum
  • Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel, greiðir frá týdningi av arktiskari vísindi
  • Terry V. Callaghan, professari (partur av liðnum, sum fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2007), greiðir nærri frá veðurlagsbroytingunum í Arktis í røðuni: “Preparing for a New Arctic in a New World”
  • Útferð til víðagitna atmosferukanningarstovuna á Versailles Universiteti, sum er millum tær fremstu í øllum heiminum sambært 2018 Shanghai-ARWU-listanum

Øll skráin sæst á www.edu-arctic.eu/conference

Tekna teg til ráðstevnuna ókeypis á www.edu-arctic.eu