Jóannes Rasmussen Conference (JRC)

Bæði í 2007 og í 2015 skipaði Jarðfeingi fyri spennandi, altjóða jarðfrøðiráðstevnu í Føroyum. Sjálvar ráðstevnurnar vóru ávikavist tveir og tríggjar dagar, og eisini varð skipað fyri tveimum jarðfrøðiútferðum, einari áðrenn og einari aftaná ráðstevnurnar.

Endamálið við ráðstevnunum er at skapa eitt forum, sum skal savna fólk frá ymiskum londum, ið arbeiða við basaltgransking, soleiðis at tey kunnu hittast og deila vitan. Ætlanin er, at JRC-ráðstevnan skal gerast eitt afturvendandi tiltak.

Ráðstevnan er skipað sum ein tøknilig ráðstevna, har granskarar fáa høvi at leggja vísindalig úrslit frá teirra arbeiði fram sum fyrilestur ella á plakat (poster).

Ráðstevnan er kallað upp eftir Jóannes Rasmussen, sála, ið var fyrsti føroyingurin við útbúgving í jarðfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hansara arbeiði, serliga kortleggingin av tí føroysku jarðfrøðini, hevur havt og hevur enn ómetaliga stórt vísindaligt virði. Eisini skrivaði Jóannes eina rúgvu av vísindaligum greinum og nakrar bøkur, eitt nú Øldir og upphav, sum kom út í 1981.

Høvuðsevnið á ráðstevnunum hevur verið “Evolution of Basaltic Provinces”. Hetta er eitt sera breitt heiti, og tí er ráðstevnan eisini býtt sundur í nøkur smærri tema, ið øll lýsa ymisk viðurskifti og máttir, ið gera seg galdandi í basaltøkjum.

Onnur evni á ráðstevnunum hava verið:

  • Weathering, sedimentation and pyroclastic activity
  • Tectonic development
  • Lava morphologies
  • Timing of events
  • Geochemical evolution
  • Exploration potential of basaltic provinces

 

jr-conf
Jóannes Rasmussen á kanningarferð.