At føroyska útbjóðingarumfarið nú nærkast, var týðiligt á básinum hjá Jarðfeingi, ið júst hevur verið við á PROSPEX-ráðstevnuni í London. Nógv oljufeløg løgdu leiðini framvið til eitt prát.

Á ráðstevnuni varð eisini stórur dentur lagdur á framløgur, har nýggja vitan verður løgd fram. Í ár hevði Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, eina framløgu, har hon vísti á áhugaverdar og nýggjar møguleikar í føroyska økinum við serligum atliti at Judd-leiðini, sum liggur tætt við markið til Bretlands. Nógv fólk vóru til framløguna, og fleiri komu eisini at vitja básin og frætta meira um hetta áhugaverda økið.

Seinastu tíðina er nógv nýggj vitan komin undan kavi, meðan jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi, saman við samstarvsfeløgum aðrastaðni, hava arbeitt við at búna landgrunnin til útbjóðingina.

PESGB skipar fyri PROSPEX-ráðstevnuni í London á hvørjum ári. Í ár var ráðstevnan 14. og 15. desember. Ráðstevnan er altíð sera væl vitjað av bæði olju- og veitarafeløgum.