Endamálið við at gera eina djúpa landboring er fyri tað fyrsta at koma ígjøgnum basaltið og fáa staðfest, um siliciclastic sedimentir (ið ofta eru góð goymslugrýti) og móðurgrýtið (løgini, har kolvetni stavar frá) eru til staðar, og hvat slag av grundfjalli fjalir seg undir basaltinum. Eisini er ætlanin at fáa staðfest, hvussu gamalt tað elsta basaltið er.

Hóast fleiri boringar eru gjørdar í føroyska basaltøkinum, er tað enn ikki eydnast at koma niður um basaltið. Staðfestingin av, hvat fjalir seg undir basaltinum er av alstórum týdningi fyri framtíðar kolvetnisleiting, tí omanfyri nevndu sedimentir og serliga móðurgrýti eru fortreytir, sum skulu til, um vit skulu halda fram við at leita eftir kolvetni í føroyskum øki.

Ætlanin er eisini at kanna, um ein tílík boring kann gerast á ein slíkan hátt, at hon seinni kann nýtast til at framleiða orku.

landboring