Faroe-Shetland Consortium

Faroe-Shetland Consortium er sprottið burturúr einum samstarvið, sum byrjaði í 2007, millum Jarðfeingi og British Geological Survey (BGS), har samstarvað varð um eina bók. Bókin kom út í 2011 og hevur heitið Geology of the Faroe-Shetland Basin and adjacent areas. Bókin tekur saman um allan tøkan litteratur úr økinum. Eftir hetta fyrsta væleydnaða samstarvið var Faroe-Shetland Consortium sett á stovn, og í løtuni er triðja skeiðið í gongd.

Hvørt skeið hevur fevnt um eitt ávíst tal av verkætlanum, sum eftir lokið trý ára tíðarskeið verða lætnar teimum, ið hava stuðlað ávísa tíðarskeiðið. Í løtuni eru tríggjar verkætlanir í gongd, og hetta triðja skeiðið endar á sumri í 2018.

faroeshetland